Føroyski landsliðsmiðvallarin, sum hevur eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum í AaB, tykist at vera á veg aftur til føroyskan fótbólt. Nógv bendir á, at Víkingur og EB/Streymur eru favorittar at fara avstað við Halli komandi hálva árið.
Les eisini: Føroyskur áhugi fyri Halli Hansson
Úr Gøtu og Leirvík ljóðar, at Víkingur hevur sett øll segl inn fyri at fáa fatur á framrættaða miðvallaranum, sum tykist hava spælt sín seinasta dyst fyri danska superligafelagið AaB. Hóast stóra framgongd í spælinum farna ár, so hevur tað ikki verið nokk til at gera seg galdandi á miðvøllinum hjá AaB.
Les eisini: René møguliga til Føroyar at spæla
Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi, hevur fyrr verið frammi og víst á, at felagið leitar eftir styrki á framrættaðu plássunum, ella til høgra bakk, so Bárður Hansen kann flytast fram á vongin. Tað tykist lítil ivi verða um, at Víkingur hevur Hall Hansson sum hægstu raðfesting.
Les eisini(Sosialurin - Gjalda fyri at les): Føroyskur áhugi fyri Halli og René
Hitt felagið, sum tykist hava besti kortini á hondini, er EB/Streymur, sum hevur fingið tveir landsliðsspælarar í hópin í steðginum. Pól Jóhannus Justinussen og Jónas Tór Næs hava báðir gjørt sáttmála við EB/Streym, sum tó ikki kann bjóða upp á fótbólt í Evropa í ár.
Les eisini: Réne er á veg til Skive at venja
Sum skilst, so verður talan fyribils bara um eitt hálvt ár í føroyskum fótbólti. Víkingur fær í summar tilgongd av Andreas lava Olsen, meðan Sølvi Vatnhamar kemur at ferðast í millum Føroyar og Danmark í fyrru hálvu.
Les eisini(Sosialurin - gjalda fyri at lesa): René: Føroyar er ein møguleiki
Av øðrum feløgum kunnu nevnast HB og B36. Hallur spældi við HB áðrenn hann fór til AaB, men FM vinnarnir hava ein sterkan miðvøll. Tí eru teir helst ikki áhugaðir at gjalda so nógv fyri ein miðvallara afturat.
Árstalsfelagið í Gundadali hevur trupulleikar á miðvøllinum. Teir hava mist Súna Olsen, og teir fingu ikki Rógva Joensen frá TB, sum tær annars ætlaðu. Tí kann hugsast, at B36 vil hava Hall til miðvøllin, men tað er ivasamt um felagið klárar at spenna seg út fíggjarliga til at fáa fatur á einum landsliðsmiðvallara.