Vágur er nýggjársbygd burturav, tí ongastaðni í landinum verður gjørt so nógv burturúr ársskiftinum, sum har. Nýggjárshaldið, sum vit nú kenna tað í Vági, hevur sín uppruna heilt afturi í sekstiárunum og síðani hevur tað funnið sín fasta form.
Tey ringastu kreppuárini vóru tað tó kortini onkur ár, sum duttu burtur ímillum . Tá varð ongin veitsla í eini tvey ár, fólk høvdu líkasum ikki ráð, ella hug.
Men síðani er tað lýsnað aftur í Vági so tað munar, og árið í ár verður onki undantak.
Dennis Holm í nýggjársnevndini, sigur, at nýggjárshaldið í Vági í ár, verður aftur sum vanligt, eftir at nógv meiri varð gjørt burturúr í fjør á túsundáraskiftinum í fjør.
Nýggjárhaldið byrjar við stórari veitslu í VB húsinum, har borðreitt verður við røstum kjøti og súpan fyri einum 250 fólkum.
Atgongumerkini til veitlsuna skuldu seljast í gjárkvøldið og Dennis Holm sigur, at nýggjársnevndin hevur týðuliga merkt, at tað er stórur áhugi fyri veitsluni, tí hesar seinastu dagarnar hevur nógv fólk ringt at fregnast.
Á veitsluni fara Niels Petur Nolsøe, Petur Dahl Nolsøe og Arnfinnur Thomassen at undirhalda.
Aftaná veitsluna er gudstænasta og tá ið hon er liðug um midnáttarleitið, verður kyndlagonga frá skúlanum, vestur á Trýkantin á Sandinum, har tað stóra bálið verður.
Dennis Holm sigur, at tað verða einir 100-120 kyndlar gjørdir. Kyndlarnir verða gjørdir í ymsum støddum, so at eisini yngra ættarliðið og konufólk, sum hava hug at bera, kunnu vera við.
Aftur í ár hevur nýggjársnevndin ein gamlan bát at brenna. Hetta at brenna bát á nýggjárinum í Vági er so inngrógvið, at tað er komið fyri, at fólk norðaneftir hava sent teimum bát suður at brenna. Ímeðan bálið brennur, verður dansað rundanum trýkantin og fýrverk skotið. Nýggjársnevndin keypir hvørt ár eina rúgvu av fýrverki, sum verður skotið ta løtuna, bálið er.
Eftir kyndlagonguna fara Hans Jacob og vinmenn at spæla til dans og hann plagar at vara til tann ljósa morgun.











