Tað er ymiskt, hvat verður gjørt burturúr ymsum døgum í ymsum bygdum. Sumba er føstulávintsbygd burturav og Vágur hevur verið serliga kend fyri nýggjárhaldið
Men nú eru tvørafólk eisini komin upp í part og Tvøroyri er eisini blivin ein rættilig nýggjársbygd.
Í nøkur ár hevur verið skipað fyri nýggjárshaldið á Tvøroyri og tað vindur meiri og meiri upp á seg og í ár verður tað stórfingnari enn nakrantíð.
Tað er ein virkin nýggjársnevnd, sum savnar pening saman til nýggjárshaldið við ymsum tiltøkum ígjøgnum árið.
Oddur Dimon, ein av undangongumonunum, sigur, at í ár verður skrúðgonga úr ?Oldurdalinum? út í skúlan í Trongisvági kl. 23.45, har stórt bál verður á plássinum frammanfyri skúlan.
Á midnátt verður fýrver skotið og tað er fýrverk, sum sigur spaðarfrúgv til alt, teir hava havt frammanundan.
Oddur Dimon sigur, at í ár hava teir fingið rakettir úr Spania, sum eru fleiri ferðir stórfingnari enn tær, teir plaga at hava. Hann sigur, at onkrar av rakettunum hava eina spreinging uppá fimm ferkilometrar uppi í luftini, so tað er ikki smávegis.
Klokkan eitt byrjar dansurin inni í ítróttarhøllini, har ?Ein blanding? fer at spæla við tveimum gestasangarum norðaneftir, tað eru tvær gentur, sum eita Durith og Heidi.
Tá verður eisini ókeypis sodavatn til børnini, sjampanja til tey vaksnu og breyð til øll.