Um rætt varð borið at, so skuldi Kyndil helst avgjørt dystin longu tíðliga í seinna hálvleiki, tá teir við einum manni í yvirtali vóru fýra mál á odda.
- Vit brenna snøgt sagt ov nógv. Vit spæla okkum áhaldandi fram til kjansirnar, men vit brenna alt ov nógv, og hevur verið ein trupulleiki hjá okkum alt kappingarárið. At vit í periodum í dystunum ikki eru nóg fokuseraðir.
- Hinvegin stríða vit okkum væl aftur, sjálvt um tað sá rættiliga svart út ta einu løtuna. Soleiðis sum dysturin lagaði seg, var tað ikki av leið, at vit fingu javnleik burturúr, sigur Høgni Klein.