Halda fyrilestrar um at steðga harðskapi

Komandi vikurnar skipar Almannamálaráðið fyri almennum fundum, har kunnað verður um arbeiðið at steðga harðskapi í føroyskum familjum.

Við skiftandi evnum fara myndugleikar og serfrøðingar at lýsa, hvussu harðskapur skaðar okkara nærumhvørvi, og hvussu vit steðga honum best.

Fundirnir verða hildnir í sambandi við verkætlanina Sig frá og eru skipaðir soleiðis, at Elin Winther Poulsen, samskipari, fer at seta fundirnar og greiða frá arbeiðinum, síðan verða tveir fyrilestrar fráserfrøðingum, og at enda verða spurningar og opið kjak.