Hákun skoraði fýra mál í heimasigri hjá Skanderborg Århus

Skanderborg Århus er framvegis á triðja plássi í bestu donsku hondbóltsdeildini

Tað er nærum eingin ivi um, at Hákun West á Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus fara at vinna seg í endaspæli í bestu donsku hondbóltsdeildini, sum átta tey fremstu liðini í grundspælinum vinna seg til.

 

Skanderborg Århus vann í dag ein sannførandi 31-22 sigur á Ringsted, ið beit betur frá sær í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Skanderborg Århus bert á odda við tveimum málum 13-11. Men í seinna hálvleiki dróg heimaliðið so líðandi frá útliðnum.

 

Hákun skoraði fýra mál í dag.

 

Komandi leygardag spælir Skanderborg Århus á heimavølli móti Ribe-Esbjerg.

 

Århus Skanderborg er nummar trý í deildini við 20 stigum fyri 14 dystir. Sjey stig eru upp til oddaliðið, GOG og trý stig eru upp til Aalborg á øðrum plássi.