Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevði í dag tíðindafund á Tórsvølli, har hann kunngjørdi hópin til EM-undankappingardystirnar, sum verða móti Póllandi og Kekkia ávikavist 12. oktobur og 15. oktobur. Hann geiddi eftir tíðindafundin frá seinasta dystinum, sum var móti Moldova.
Tað var ein óður Håkan Ericson, sum Kringvarpið fekk orðið á eftir 1-0 tapið á Tórsvølli móti Moldova. Søgan sigur, at hann mátti líka inn at sissa seg, áðrenn hann fór út at gera samrøðuna. Hann var óður og vónbrotin av avrkinum og úrslitinum
- Ja, tað er rætt at eg havi ikki verið so óður sum landsliðsvenjari hjá Føroyum fyrr. Eg var serliga óður um, at vit ikki gera nøkur ting, ið vit hava avtalað. Júst hvørji tey tingini eru vil eg ikki koma neyvt inn á, men vit geva teimum kjansir, sum vit ikki skulu, sigur fortaldi Håkan Ericson eftir tíðindafundin í dag.
Hann legði afturat, at føroyska liðið spældi væl fyrsta hálva tíman og hevði ynskt, at tað kom mál burturúr góðu løtuni.
- Eg eri vísur í, at vit høvdu fingið ein øðrvísi dyst, um vit fingu mál í góðu løtuni. Tá tú ert á odda rigga nøkur ting, sum kanska ikki rigga eins væl, tá tú ert aftanfyri og trýstur at vinna. Í seinna hálvleiki er seinasta avleveringin ikki nóg neyv og vit geva teimum kjansir, sigur Håkan Ericson, sum loysti av posabandinum í hálvleikinum.
- Tú kanst siga, at tað var mín fyrsta “Sir Alex Ferguson” støða sum landsliðsvenjari. Eg var ónøgdur við, at vit geva teimum júst teir møguleikarnar, sum teir leita eftir. Tað gjørdu vit beint fyri hálvleik og tað setti seg, forklárar Håkan Ericson.
Føroyar spæla á Tórsvølli móti Póllandi 12. oktobur og í Plzen móti Kekkia 15. oktobur.
Hópurin:
Mattias H. Lamhanuge, B36
Báður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti V. Mørk, HB
Verjan:
René Shaki Joensen, KÍ
Jóannes K. Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Ári M. Jónsson, HB
Odmar Færø, KÍ
Bartal Wardum, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Miðjan:
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Jákup B. Andreasen, KÍ
Andrass Johansen, B36
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (Írland)
Jóannes Bjartalíð, Frederikstad FK (Norra)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hanus Sørensen, HB
Brandur Hendriksson, Fredrikstad FK (Norra)
Álop:
Klæmint A. Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Petur Knudsen (USA)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)