Hóttir við at spreingja týsku stjórnina

Kristiliga Sosiala Samgongan í Týsklandi hevur nú mist tolið við teimum evrulondunum, sum eru í so stórari kreppu, at teimum tørvar hjálp. Flokkurin er til reiðar at taka seg burtur úr stjórnarsamgonguni, um stjórnin hjá Angelu Merkel, kanslara samtykkir at lata meiri hjálp, enn Týskland longu hevur latið.

Tað sigur formaðurin í CSU, Horst Schofer, í samrøðu við tíðarritið Stern.

Schofer sigur við Stern, at eina ferð kemur tann dagur, tá CSU ikki kann taka undir við tí politikkinum longur, sum stjórnin hevur rikið við tí fyri eyga at loysa trupulleikarnar í øðrum evrulondum.