Hóttanarbræv: Feilirnir skrivaðir við vilja

Danska, Tanya Karoli Christensen, er granskari í hóttanarbrøvum, og hon heldur, at feilirnir í brævinum um Anne-Elisabeth Hagen eru skrivaðir við vilja.

 

 

- Hetta er eitt klassiskt og treytaleyst hóttanarbræv. Gert tú soleiðs, gera vit eisini soleiðis, og hetta er eitt krav um flytingar av pengum, sigur granskarin í hóttanarbrøvum og lektarin, Tanya Karoli Christensen. Tað er norska blaðið VG, sum hevur biðið granskaran greinað brævið, eftir at heimasíðan um dagarnar hevur prentað alt brævið - í fullum orðaljóði, sum fyllir fimm síður. Danski granskarin er biðin um at geva sítt boð upp á innihaldið, málið í brævinum og avsendaran av hóttanarbrævinum.

Granskarin og lektarin leggur dent á, at hon er granskari í málinum aftan fyri hóttanir og hóttanarbrøv - á donskum - og tískil kann hon ikki við fullari vissu úttala seg um alt í brævinum, sum lá í heiminum í Lørenskog, tá Anne-Elisabeth Hagen var horvin, tá brævið er skrivað á hálvbrotnum norskum, sum tikið hevur verið til.

Hon sigur í byrjanini, at brævið hevur eitt ella annað skap um flytingar, sum tey, ið standa aftan fyri brævið, vilja trýsta ígjøgnum. Norska løgreglan hevur ikki almannakunngjørt tær greiningar og niðurstøður, sum tey hava av brævinum, men sambært Dagbladet skulu fólk í Noregi við serkunnleika innan málvísindi hava kannað brævið fyri løgregluna. Teirra niðurstøða er sambært Dagbladet, at brævskrivarin - ella brævskrivararnir - ikki hava nakað av skandinavisku málunum sum sítt móðurmál.

Danski granskarin í hóttanarbrøvum og lektarin, Tanya Karoli Christensen, heldur, at brævið er "handilssligt og kalt", sum hon tekur til, og hon heldur eisini, at brævið er púrasta uttan kenslur. - Innihaldið er kontant við ávísingum niður í smálutir um, hvat Tom Hagen skal gera, bæði í mun til, hvussu hann skal útvega pengarnar, og hvussu hann skal gjalda, sigur hon.

Tanya Karoli Christensen heldur, at tann ella tey, sum hava skrivað brævið, hava ein ávísan førleika um kryptovaluta og tekniskan kunnleika. - Brævskrivarin tykist vera ógvuliga væl fyrireikaður, og hetta tykist vera fólk sum vita, hvussu hesin heimurin virkar. Hon vísir á, at í hóttanarbrævinum eru ítøkiligar bitcoin-kodur, sum skulu brúkast til samskifti millum partarnar. At flyta ávísar bitcoin-upphæddir hevur ein serstakan týdning, ið bara tey, sum hava lisið brævið, kunnu skilja. 

Seks av kodunum skuldu brúkast av miljarderinum, Tom Hagen, og seks kodur skuldu brúkast av mótpartinum - ella teimum, sum hava rænt Anne-Elisabeth Hagen. Danski granskarin í hóttanarbrøvum heldur, at kodurnar til samskifti eru serstakar, tí tað er longu frammanundan gjørt av, hvat partarnir kunnu siga í sínámillum samskiftinum. 

- Hetta er tekin um, at avsendarin er ógvuliga væl fyrireikaður. Her er eingin møguleiki til óvissur, og her er ein tryggleiki um, at tann ella tey, sum standa aftan fyri hóttanarbrævið, ikki verða avdúkað, sigur Tanya Karoli Christensen. Hon leggur aftrat, at í brævinum verður eisini dentur lagdur á, at Tom Hagen ikki skal seta seg í samband við løgregluna, ei heldur miðlarnar, og brævskrivarin ynskir ikki at verða lagdur undir trýst.

"Om du følger instruktion, når du far din kona tilbaka du kan så klart kontakte politi, det er bare rettferdighed..." stendur eitt nú í brævinum. 

Danski granskarin heldur tað vera so løgið og er ovfarin av, at avsendarin av brævinum yvirhøvur skrivar um "rættvísi". - Hetta kann vera ein umbering frá avsendaranum, men hetta tykist løgið, heldur Tanya Karoli Christensen.

Sambært granskaranum eru smálutir í brævinum, sum benda á, at avsendarin roynir at skriva á vanligum norskum, men hon heldur, at her er eisini onkur íblanding av enskum og svenskum - eins og viðkomandi ikki ordiliga hevur megnað at gera av, hvussu málið í brævinum skal laðast. - Avsendarin dugir rímiliga væl norskt, og eg haldi ábendingar vera um, at viðkomandi roynir at skriva soleiðis, at tað skal skilast, sum viðkomandi ikki er úr Noregi.

Her vísir granskarin eitt nú á orðini "vill" og till", sum eru skrivað við tveimum l-um, sum kundi verið íblanding av enskum ella svenskum. Samstundis er orðið "skal" skrivað rætt við einum "l". Eitt annað dømi, sum granskarin nevnir, er orðið "hvis". - Orðið er skrivað uttan "h" í byrjanini. Men, tá orðið liggur miðskeiðis í einum setningi, er tað skrivað við "h". Soleiðis er avsendarin av brævinum ikki avgjørdur málsliga, sum hon tekur til.

- Hetta styrkir illrunan um, at viðkomandi dugir at skriva flótandi norskt, men roynir at broyta tey mest týðiligu frábrigdini til eitt mál, ið kann líkjast útlendskum norskum, sum Tanya Karoli Christensen tekur til. Hon heldur eisini, at bestu tekini um, at avsendarin er norskur, eru truplu orðini í hvørsfalli. 

Danski granskarin í hóttanarbrøvum hevur eisini gjørt eina roynd at skriva nakrar av setningunum í brævinum á enskum og síðan umseta setningarnar í Google Translate til norskt. - Úrslitið verður eitt munandi betri norskt mál, sum eitt nú ikki tekur burtur "h" í "hvis". Hetta bendir á, at brævið ikki er skrivað á enskum og síðan er umsett í Google Translate, leggur Tanya Karoli Christensen aftrat í samrøðu við VG.

##med2##