Tað er nú greitt, at siglingin hjá Smyrli verður skerd í dag. Tað merkir, at Smyril fer av Krambatanga nú fyrrapartin, sum ætlað, og suður aftur tíðlga seinnapartin eftir ferðaætlanini Men so verður Smyril lagdur og siglur ikki meiri í dag og sostatt verða túrarnir av Krambatanga klokakn 17.30, og túrurin úr Havn klokkan 21.15, ikki sigldir.
Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni sigur, at fyri so vítt eru líkindi góð at sigla. Men tað er rættiliga nógvur vindur av útsynningi og vestri, og tað er ring ætt í Tórshavnar Havn. Samstundis eru stór skip við bryggju í Havn í dag, og Norrøna kemur seinni.
Sum heild er tað rættiliga trongligt at manøvrera í Tórshavnar Havn, tí har er so lítið at geva av. Men tá ið tað harafturat er nógvur vindur av Útsynningi og vestri, samstundis sum at stór skip liggja við bryggju, er tað ikki ráðiligt hjá Smyrli at fara í holt við manøvreringar inni í Havnalagnum eisini, sigur Hilmar Elisasen.
Hann sigur, at tey gera eina vágameting alla tíðina og tey taka eingi óráð fyri, tí hendir nakað við Smyrli, eru suðuroyingar ómetaliga illa fyri, so heldur avlýsa onkrar túrar.