Fótbóltur
Felags fyri ÍF og Skála er, at spádómarnir undan kappingarbyrjan um avrikini og úrslitini ikki vóru nakað serligir. Bæði liðini hava verið roknað at vera millum tey mest uppløgdu at flyta niður í næstbestu deildina. Tí er setningurin bæði hjá ÍF og Skála í fyrstu atløgu at sleppa undan teimum báðum aftastu plássunum.
Tað er eisini felags fyri hesi bæði liðini, at tey í vikuskiftinum vunnu fulla úrtøku. Fuglfirðingar hava í góðveðrinum sólað sær í, at teir fríggjakvøldið fyri fyri fyrstu ferð síðani 1980 vunnu á Sarpugerði, og skálamenn hava fegnast um, at teir á heimavølli vunnu øll stigini ímóti KÍ.
Loyvini hjá nýggja ÍF venjaranum vóru ikki komin upp á pláss fyrrapartin. Tá bendi alt á, at tað aftur hesa ferð verður Roy Róin, sum fer at hava ábyrgdina á beinkinum ímóti Skála.
Allir teir, sum vóru við til at vinna søguliga ÍF sigurin á Víkingi – fyri fyrstu ferð í Sarpugerði í 28 ár – eru tøkir hesa ferð. Harafturat er Alexander Jovecic tøkur. Hann var leikbannaður fyri viku síðani.
Á Skála er sama fólkið tókt, sum var á dómaraseðlinum, tá ið skálamenn vunnu ímóti KÍ. Ta ferðina skifti John Petersen seg sjálvan inn, tá ið ein løta var eftir at spæla. Tá kom beinanvegin meiri friður og snið yvir spælið.
John Petersen verður aftur hesa ferð á dómaraseðlinum. Hann verður neyvan ímillum teir fyrstu ellivu, men tað kann neyvan útilokast, at hann fer at gera sær sjálvum størri leiklut hesa ferð, enn hann hevði ímóti klaksvíkingum.