Hárekur klárur til meistaraskap

- Vónirnar til landsliðið eru góðar, og vit ynskja teimum góða eyðnu á ferðini og við NM-kappingini.

Í gjár byrjaði ferðin hjá Háreka úr Marknagili til NM í Biri í Noregi. Hárekur er undan Dýni frá Hvammi og Rauðhetta frá Arnarhóli.

 

Fyrireikingarnar til NM hava leingi verið í gongd, og í gjár kom dagurin, tá Hárekur byrjaði sína longu ferð til Noregs. Hárekur fer, sum fyrsta føroysktfødda íslandsross uttanlands at kappast.

 

15 ára gamla, Ragnheiður Dam Ólafsdóttir, eigur og venur Háreka, og skulu tey kappast í Junior Sport í greinunum 4.1 og í T.1 til NM í døgunum 10. og 11. august.

 

Hesturin hevur verið í miðvísari venjing, og partur av hesari venjingini hevur eisini verið at fyrireika hann til longu ferðina til Noregs.

 

Hárekur verður fluttur til Hirtshals við Smyril Line av Brandi í Dali, har hesturin skal húsast hjá Jóanisi í Hoygarðinum og Elini Tindskarð, áðrenn ferðast verður víðari til kappingarøkið í Biri.

 

Elin og Jóanis verða partur av ferðaliðnum, ið skal til Noregs. Elin skal kappast á Hõlkvir frá Ytra-Dalsgerði í T2, ið er ein grein, har ríðarin skal vísa rossið á tølti og millum annað tølta við púra leysum teymi. Í hesari greinini eru tey bæði fram úr dugnalig.

 

- Vónirnar til landsliðið í ár eru góðar, og ynskja vit teimum góða eyðnu á ferðini og við kappingini, skriva www.isross.com í dag.