Uppsagnir
Tað er ein keðiligur dagur í Vestmanna í dag.
Í gjár fingu nøkur starvsfólk á fiskavirkinum uppsagnarbræv, og fleiri hava fingið sama bræv í dag.
Sosialurin skilir, at millum 30 og 40 uppsagnarbrøv eru skrivað.
Ein stórur partur av starvsfólkunum sótu á fundi fyrrapartin, og tí fekst ikki orð á nakran, og stjórin Jákup Eli Thomsen vil einki siga. Hann vísir til stjóran í Faroe Seafood, Meinhard Jac0oben.
- Hetta er ein tilgongd, sum byrjaði í desember mánaði við umlegging av arbeiðinum, sigur Meinhard Jacobsen.
Effektivisering
Virkið hevur fingið nýggja skerilinju, sum bara krevur átta fólk, og tí kann virkið vera nøkur fólk fyriuttan.
Tað eru ikki 30-40 ársverk, sum spard eru burtur. Nøkur av fólkunum hava arbeitt parttíð.
- Tað er eisini tað, at minni fiskur er komin upp á land í mun til, hvat vanligt er hesa ársins tíð. Fiskiskapurin hevur verið nógv vánaligari, sigur Meinhard Jacobsen.
Hann sigur, at virkið noyddist at gera umleggingarnar, tí tað ræður um at fáa meira fyri hvørja krónu.
Lítið arbeiði hevur verið á fiskavirkinum í Vestmanna síðan í summar. Flestu vikurnar hevur arbeiði bara verið tveir ella tríggjar dagar.
Sosialurin tosaði í morgun við formanninum í Vestmanna Arbeiðarafelag, Jónfinn Klein. Felagið var ikki kunnað um uppsagnirnar.