Hálv millión latin til Tilbúgvingargrunnin hjá Altjóða Reyða Krossi

Hóast smáar og miðalstórar náttúruvanlukkur ofta fremja stórar oyðileggingar kring heimin, er tað tíverri sjáldan, at ljós verður varpað á tær í fjølmiðlunum. Við lítlum almennum áhuga og manglandi sjónligheit, fáa hesar smáu og miðalstóru vanlukkur ikki neyðugu fíggingina til átøk innan tilbúgvingina.

Tað kann síðani hava við sær, at oyðileggingarnar gerast óneyðuga stórar, at fátøk øki gerast upp aftur fátækari, og at neyðin gerst sera stór.

Til tess at stuðla landsfeløgum hjá Reyða Krossi fíggjarliga til at skipa fyrireikandi átøk innan tilbúgving og mótstøðuføri at standa ímóti avleiðingum frá smáum, miðalstórum og stórum vanlukkum, hevur altjóða Reyði Krossur (IFRC) sett á stovn tilbúgvingargrunnin Disaster Relief Emergency Fund (DREF). DREF bjóðar møguleikar fyri fíggjarligum stuðli í sambandi við bráðfyrireikingar, áðrenn vanlukkur raka, at geva studning til smærri neyðstøður og lán í sambandi við stórvanlukkur. 


Í 2018 var nýggja skipanin Forecast based Action (FbA) sett í verk sum stuðulseind til tilbúgvingargrunnin. FbA skipar møguleikar fyri at fíggja sokallaði ávaringar átøk (’early action’), sum við verðurforsøgnum og váðametingum kunnu skipast brádliga, tá stórar náttúruvanlukkur standa og hótta. Reyði krossur Føroya hevur í vikuni latið kr. 500.000 til Tilbúgvingargrunnin hjá Altjóða Reyða Krossi.