Høllin í Hoyvík nógv seinkað

Upprunaliga skuldi høllin í Hoyvík verið klár at taka í nýtslu í november mánað, men nú verður hon ikki tikin í nýtslu fyrr enn eftir summarfrítíðina. Orsøkirnar eru m.a., at betongelement fingu skaða undir flutningi, og lekar í takinum høvdu við sær, at gólvið ikki kundi leggjast á til tíðina

Ítróttarhøllin í Hoyvík, sum Tórshavnar Kommuna hevur latið bygt hevur verið í tungum sjógvi, síðan byggingin fór í gongd. Fyrst varð býráðið drigið í Føroya Rætt fyri ikki at lata K.J. Smíð arbeiðið, hóast fyritøkan hevði lægsta tilboðið, og nú er høllin seinkað meira enn eitt hálvt ár.
Høllin í Hoyvík verður tikin í nýtslu beint eftir summarfrítíðina, og tá er hon heilt klár, upplýsir Heðin Mortensen, formaður í bygginevndini fyri høllina í Hoyvík. Hann sigur víðari, at byggingin av høllini hevur verið nógv seinkað, og at fleiri orsøkir eru til tess.
Ein av orsøkunum er, at nøkur betongelement, sum skuldu setast upp í Føroyum, fingu skaða umborð á farmaskipinum, ið flutti tey úr Danmark til Føroyar. Hetta hevði við sær, at arbeiðsmenninir máttu bíða eftir nýggjum elementum, og hetta seinkaði arbeiðnum nakrar mánaðir.
Ein onnur orsøk er, at lekar í takinum høvdu við sær, at gólvið í høllini ikki kundi leggjast á til tíðina. Serkønir menn úr Danmark vóru komnir upp at leggja gólvið, men hetta bar ikki til, tí takið lak so illa. Teir máttu tí fara avstað aftur uttan at hava lagt gólvið.

Óvist við avleiðingum
Heðin Mortensen veit enn ikki, um seinkingin fer at fáa avleiðingar fyri Byggitek ella onnur, sum hava verið við í byggingini.
? Tað er nakað, sum vit taka støðu til, tá alt er liðugt. Tá vit hava fingið nærri frágreiðingar um seinkingina taka vit støðu í tí málinum, sigur Heðin Mortensen. Tað kann koma uppá tal, at kommunan fer at fáa ein part av dagpengunum aftur.
Nú er gólvið so endiliga lagt á, og høllin er at kalla liðug. Eftir er at asfaltera kring høllina og aðrir snøklar skulu eisini gerast.
Økið, sum høllin stendur á, var fyrr nýtt til skúlagarð, og tí skal kommunan gera nýggjan skúlagarð til Hoyvíkar skúla, og hesin verður klárur til eftir summarfrítíðina.
Samlaði kostnaðurin av høllini verður 12-13 milliónir krónur, og Jan Christiansen, borgarstjóri, sigur, at tann upprunaliga kostnaðarmetingin hevur verið á leið røtt.