Skiftingarrúmini og wc-ini í ítróttarhøllini á Hálsi verða gjørd av nýggjum, og gongst sum ætlað verður arbeiðið liðugt í september Í sendingini Góðan morgun Føroyar í morgun kom fram, at tað gongur væl við arbeiðinum at umvæla umklæðingarrúmini, sum verða fýra í tali, og nýggj wc verða eisini gjørd.
Hesa tíðina hava ítróttararfólkini brúkt brúsurnar í Svimjihøllini og í Fimi, um tørvur hevur verið á tí.