Í gjár fingu ymiskir partar hoyringsskriv sendandi, at Rósa Samuelsen, almannamálaráðharri, ætlar at hækka gjøldini fyri heimahjálp og at lækka markið fyri at fáa heimahjálp við 98 prosentum.
Umframt hetta vil Rósa Samuelsen bera so í bandi, at fólk, sum búgva á eldrasambýlum skulu rinda 2000 krónur afturat av sínum peningi í landskassan.
Fleiri skulu gjalda
Helst mest umfatandi broytingin, sum Rósa Samuelsen ætlar sær at gera, er at lækka markið hjá fólki at fáa heimahjálp ókeypis.
Tað hevur verið soleiðis, at støk fólk, ið búgva heima, sum hava fingið meira enn 50.000 krónur um árið, útyvir fólkapensjón, hava rindað.
Nú er hetta mark flutt niður í 1000 krónur, sum er ein lækking á 98 prosent.
Sigvald Kristiansen, formaður í Landsfelag Pensjónista hevur fleiri ferðir ført fram, at heimahjálpin er sera avmarkað longu nú, men hann kann ikki gera viðmerkingar til konkreta málið, tí felagið hevur fund um tað mánadagin.
Hinvegin kundi hugsast, at nógv, sum fáa heimahjálp fyri onki, fara at aftra seg við at brúka heimahjálp, tá tey brádliga skulu rinda fyri hana.
– Ja, tað kann vera ein vansi, men vit mugu gera tað, fyri at kunna varðveita tænastuna, sigur Rósa Samuelsen.
Hon leggur afturat, at hetta er tað, sum samgongan er vorðin samd um.
Hjá giftum, sum búgva heima, verður hetta mark skorið úr 75.000 krónum niður í 1.500 krónur.
Hægri prís
Afturat lækkaða hægsta markinum verður lagt upp til, at 15 krónur verða lagdar afturat hvørjum einasta tíma fyri heimahjálp hjá fólki, sum fyrr hevur rindað fyri heimahjálp.
– Tað er tað sama. Samgongan er blivin samd um, at soleiðis skal tað vera, og fyri at varðveita tænastuna mugu vit gera soleiðis, staðfestir Rósa Samuelsen.
Hesin hægri prísurin verður eisini broyttur hjá teimum, sum búgva á eldrasambýlum. Tey skulu nú rinda 2.000 krónur afturat fyri sína røkt.
Hetta merkir, at tey nú eru á nøkurlunda sama støði, sum tey, ið búgva á ellis- og røktarheimi.
Vinna 4,8 milliónir
Orsøkin til, at hesar broytingar verða gjørdar er at fáa meiri pening í landskassan, og sambært Rósu Samuelsen, er hendan broyting verd 4,8 milliónir krónur fyri landskassan.
– Vit fáa 4,2 milliónir krónur burturúr at hækka gjaldið hjá teimum á eldrasambýlum og umleið 600.000 krónur upp á restina, so tað gevur 4,8 milliónir krónur, staðfestir Rósa Samuelsen.
Freist um eina viku
Um eina viku skulu partarnir greiða frá síni støðu um hoyringina, men Rósa Samuelsen heldur ikki hetta vera ov stutta tíð.
– Hetta hevur verið greitt í Ólavsøkupakkanum, so fólk hava verið greið yvir, at broytingin fór at koma. Tað er bara nú, at hendan kunngerðin kemur, sigur Rósa Samuelsen.
Men hon sigur eisini, at tað ber til at siga, at hetta er skeivt at leggja meiri gjøld á hetta øki.









