Høgni spyr løgmann um Eik

Høgni Hoydal hevur sett fram munnligan fyrispurning til løgmann um samráðingar við donsku stjórnina um Eik-málið. Spurningarnir eru tríggir:

1. Hevur landsstýrið biðið um samráðingar við donsku stjórnina um politisku ábyrgdina fyri framtíðini hjá Eik og føroyska fíggjarmarknaðinum?

2. Hví sita landsstýrið og samgongan á fundi við eitt partafelag sum Finansiel Stabilitet, sum ikki er ein politiskur samráðingarpartur, men eitt partafelag?

3. Hevur landsstýrið enn ikki skilt, at áhugamálini og skyldan hjá Finansiel Stabilitet er ikki at skapa stabilitet á føroyska fíggjarmarknaðinum, men at tryggja danska fíggjarmarknaðin og virðini hjá danska statinum?

Í viðmerkingunum til spurningarnar sigur Høgni Hoydal, at tá sonevndu bankapakkarnir vórðu samtyktir, legði Tjóðveldi stóran dent á, og hevði tvey broytingaruppskot, har ábyrgdin fyri føroyska fíggjarmarknaðin skuldi leggjast hjá føroyskum myndgleikum og landsstýrið skuldi tryggja sær ábyrgd og ávirkan á Finansiel Stabilitet og tær avgerðir, ið har fóru at verða tiknar.

Eisini skeyt Tjóðveldi upp, at í lóggávuni skuldi standa, at føroyski fíggjarmarknaðurin er ein marknaður fyri seg, og at tískil skulu tey politisku tiltøkini taka støði í tí, har landsstýrið skuldi sita við borðið, tá avgerðir verða tiknar um føroysk viðurskifti.

Tá Eik varð sett undir bjarging, kravdi Tjóðveldi í brævi til landsstýrið og síðani alment, at landsstýrið ikki bara setti seg sum áskoðara til avgerðir hjá Fíggjareftirliti og Finansiel Stabilitet, men tók upp samráðingar við donsku stjórnina beinanvegin um at taka ábyrgd og hava ávirkan á avgerðirnar.