Høgni úr Sandavági í fremstu røð

Høgni Egilstoft Nielsen, úr Sandavági, vann - fríggjadag seinnapart - ein sera spennandi og dramatiskan oddadyst í U12-bólkinunum, ímóti tí lokala favorittinum, Egor Norlin (1911), úr Svøríki. Úrslitið inniber ein heilt einastandandi spennandi endabrest leygardagin, tá tvinni og seinastu umførini verða telvd.

 

Hesaferð varð tað Høgni, sum dróg sigurin heim. Seinast teir møttust, í NM í Danmark í 2008, dróg Egor longra stráðið. Eyðkent fyri báðar tveir er álopstelving. Spennandi taktir í tíðum sum koma.

 

Men sum stigatalvurnar vísa, er als onki avgjørt. Javnari kapping um oddasessirnar, nú tvey umfør resta í, er trupul at finna. Seks telvarar í orrustu. Leygardag seinnapart er seinasti leikur fluttur.

(www.faroechess.com)