Høgni Klein av landinum

Høgni Klein, sum bleiv ársins spælari síðsta kappingarár, verður ikki partur av besta liðið hjá Kyndli undan jólum.

Hann er farin til Danmarkar at arbeiða, og hetta er ein dyggur smeitur fyri Kyndil. Teir hava mist spælstýraran í álopsspælinum, og tí mugu fleiri av yngru leikarunum royna at lyfta spælið eftir Høgna.
Í Kyndli vóna tey tó, at Høgni Klein fer at hjálpa teimum í endaspælinum, og at hann tá fer at stýra Kyndli til enn eitt meistaraheitið.