Høgni Hoydal viðgongur at stevið í samgonguni er ringt

? Tað, sum gongur fyri seg í samgonguni, er ein sjónleikur og hetta er tað mest ábyrgdarleysa, eg havi upplivað, sigur Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins

Samgongustev

? Tað, sum gongur fyri seg í samgonguni hesar dagarnar er ein sjónleikur og hetta er tað mest ábyrgdarleysa, eg havi upplivað í míni tíð í politikki.
Tað, hann sipar til, eru tíðindini í Sosialinum týsdagin um, at Óli Breckmann í samgonguni hevur biðið landsstýrisfólk spara tilsamans útvið 200 milliónir av uppskotinum til fíggjarlóg, sum hansara egna landsstýri annars legði fram fyri kortum.
Uppskotið er til viðgerðar í fíggjarnevndini og tá ið landsstýrisfólkini vóru á fundi við nevndina, fingu tey boð frá nevndarformanninum, Óla Breckmann um at lækka játtanirnar, sum ætlanin var at lata til teirra øki 200 milliónir. Páll á Reynatúgvu skuldi skarva 90 milliónir av ætlaðu játtanini, Annlis Bjarkhamar og Bill Justinussen 40-50 milliónir í part og Jørgen Niclasen 15 milliónir.
Hetta hevur skat rættiligt rok í samgonguni hesa vikuna og týsdagin varð málið tikið upp á samgongufundi.
Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins viðgongur nú, at stevið í samgonguni er vánaligt.
Eftir hansara tykki kann tað bara ganga framá nú.
Men so leingi tær politisku avtalur verða hildnar, sum samgongan hevur gjørt ætlar tjóðveldisflokkurin sær at verða verandi í samgonguni og flokkurin ætlar heldur ikki at leggja seg út í, hvørji fólk aðrir flokkar velja í sini álitisstørv.

Skulu kanska bera yvir við Óla
Høgni Hoydal sigur, at hóast Óli Breckmann hevur verið 30 ár í politikki, er hetta fyrstu ferð, at hann er formaður í nakrari nevnd.
? Tí er tað kanska rættast at bera eitt sindur yvir við honum.Tað, hann sigur nú, er í grundini ikki annað enn tað sama, hann hevur sagt alla sína tíð í politikki.
? Hann hevur altíð verið í andstøðu, hóast hann hevur verið í samgongu. Men nú er hann blivin formaður í fíggjarnevndini og so fær tað, sum hann sigur brádliga avleiðingar og tað er hann ikki vanur við, heldur formaður Tjóðveldisfloksins.
Men Høgni Hoydal sigur, at sjálvur hevur hann ilt við at skilja politiskt arbeiði, tá ið tað verður útint, soleiðis sum formaðurin í fíggjarnevndini ger tað.
? Landsstýrið hevur gjørt eitt uppskot til fíggjarlóg , sum er lagt fyri tingið. Eg havi onki ímóti, at roynt verður at broyta tað.
?Men skal tað broytast, skal tað gerast við skili. Skal tað broytast, eigur fíggjarnevndin at tryggja særm at hon hevur samgonguna við sær. Fìggjarnevndin eigur at gera sær greitt, hvussu nógv eigur at verða spart afturat og hvar tað ber til at spara upphæddina.
?Men tað verður ikki gjørt í hesum føri.
Høgni Hoydal sigur, at hetta virkar meiri sum eitt persónligt mál hjá formanninum í fíggjarnevndini .
? Tað er fullkomiliga abyrgdarleyst at sleingja um seg við tølum, sum bara skapa ósemju, ótta og ótryggleika allastaðni.
HøgniHoydal sigur, at á samgongufundinum spurdi hann fleiri ferðir Óla Breckmann, hvat ætlanin var og hvat endamálið var, men hann fekk ongantíð svar.
? Tað er fullkomiliga vitleyst, at formaðurin í fíggjarnevndini sleingir um seg við tølum, sum skulu sparast, uttan at hava nakað boð uppá, hvar sparingarnar skulu fremjast,

Fara at spara 100 milliónir
Annars sigur formaður tjóðveldisfloksins, at síðani uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár varð lagtfyri tingið, hevur samgongan lagt onnur uppskot fram, sum skarva 64 milliónir av uppskotinum.
Ætlanin er at leggja fleiri uppskot fram, so at fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár lækkar einar 100 milliónir.
?Men hetta eru ikki sparingar á teimum økjum, sum samgongan raðfestir, tvs, at hesar sparingarnar raka ikki almannamálini, heilsumálini, skúlamálini og mentamálini.
? Hetta eru alt alt sparingar, sum samgongan er samd um.
Høgni Hoydal sigur, at hevði Óli Breckmann eitt veruligt ynski um at spara, hevði hann ikki farið fram, soleiðis, sum hann ger nú.
?Ætlaði hann veruliga at spara, var hann komin til samgonguna fyri at fáa semju um sparingarnar.
Hann leggur afturat, at tjóðveldisflokkurin kann ikki liva við tí, sum fer fram nú.
? Vit hava eina avtalu í samgonguni og hana halda vit okkum til. Og tann avtalan er, at vit skulu raðfesta eldraøkið, serforsorgina, heilsuøkið, skúla- og mentaøkið frammaliga.
?Tað, sum verður spart, er við óneyðugari umsiting og óneyðugum studningum og øðrum.
?Hetta eru sparingar sum fáast við at broyta barnsburðarskipanina, studningur til lærupláss, sjálvstryggingfyri almennar stovnar, almennir stovnar skulu keypa í felag, realurin skal betala skatt o.s.fr.
Høgni Hoydal sigur, at ein minni partur av tí, vit spara vit spara á hesum økjum, skal brúkast útaftur til eldraøkið og til skúlaøkið.
?Hevur Óli Breckmann ella fólkaflokkurin aðrar loysnir, eru teir vælkomnir at leggja uppskot um sparingar fyri samgonguna, men tað hava vit onki sæð til.
? Einasta endamál, eg síggi við framferðini hjá Óla Breckmann, er, at nú kann hann aftaná siga tað, at tjóðveldisflokkurin bara brúkar pening, men sjálvir royndi hann at spara - samstundis, sum landsstýrismenn fólkafloksins í nógvum førum sleppa lætt til sínar sparingar, tí í mongum førum eru teir studningar, sum ikki eru lógarfestir og sum tískil eru lættir at taka av.

Má verða skipað
Annars heldur Høgni Hoydal, at niðurstøðan av samgongufundinum týsdagin, var, at samgongulimir taka undir við, at tær sparingar, sum skulu gerast, mugu leggjast væl til rættis, tí tær krevja lógarbroytingar í heilt nógvum førum.
?Eg haldi kki at nakar av samgongulimunum, sum tóku orðið, hildu, at tær raðfestingar, vit hava avtalað um almannaøki, skúla- og mentaøki og heilsuøki, skulu broytast.
Tjóðveldisflokkurin hevur eisini tvey umboð í fíggjarnevndini?
? Ja, men tey hava ikki úttalað seg sum Óli Breckmann. Tey hava ikki slongt um seg við tilvildarligum tølum ið mest minna um álop frá andstøðuni.
Okkara umboð í fíggjarnevndini hava sagt, at endamálið er at fáa yviskotið at veksa, so at vit kunnu gera okkum leys av danska blokkinum, men vit hava eisini uppskot um, hvussu tað skal gerast.
Kristina Háfoss hevur boðað frá sparingum uppá 150-200 milliónir?
? Eg meini nú at hon hevur sagt 100 milliónir. Men hon hevur eisini víst á, hvar tað ber til at spara. Eitt nú tey uppskot, sum eru løgd fyri tingið og onnur uppskot. Slík uppskot ber tað til at viðgera í samgonguni. Hon hevur ikki slongt tøl út í tóman heim.
Tú segði í áðni, at tit kunnu ikki liva við hesum. Hava tit fingið lyfti frá fólkaflokkinum um at trupulleikarnir verða loystir?
? Nevndarformenn hava eina stóra ábyrgd og tí er Óli Breckmann komin ómetaliga tvørt fyri í hesum máli. men hetta er ein innanhýsis trupulleiki í fólkaflokkinum. Og so leingi tær avtalur, vit hava, verða hildnar, fara vit ikki at leggja okkum út í, hvørji fólk fólkaflokkurin velur í tey álitisstørv, hann hevur. So leingi avtalurnar verða hilndar, er restin bara politiskur larmur.
Hann heldur, at sjálvsagt ber tað til hjá samgonguni, sum heldur fram.
? Men tað er óneyðuga trupult, tá ið ávísir politikarar hava slíka trongd til at gera vart við seg, sum tað er hent í hesum føri.
? Tað ringasta er, at Óli Breckmann tosar andstøðutos. Hann málar eina dapra mynd av føroyska búskapinum, sum ikki er sonn. Føroyski búskapurin hevur verið ótrúliga væl fyri og hann er sera væl fyri enn.
? Men satt er tað, at framgongdin er ikki longur líka stór, sum hon hevur verið og tað eiga vit at leggja upp fyri, tað er ongin ósemja um tað. Men tað skal bara leggjast væl til rættis fyri at forða fyri óhepnum avleiðingum, sigur Høgni Hoydal.