Høgni Hoydal tolir ikki áskoðanir hjá øðrum enn sær sjálvum

Í grein, við einari niðursetandi yvirskrift, í aftursvari til mín 29. september 1999 harmast Høgni um, at eg skal hava tikið tað illa upp at hann gjørdi viðmerkingar til tað eg segði í Sosialinum.

Nei Høgni Hoydal, eg toli nógv meir enn eitt aftursvar frá tær. Men sum eg áður havi nevnt so tolir tú í tínum sjálvrættvísi ikki at onnur hava eina aðra áskoðan til førda samgongupolitikkin, tað er ikki smávegis tey fáa út yvir seg, um tey hava onnur sjónarmið.

Tú fer so langt at tú leggur eftir mínari løn tá eg sat á Løgtingið við fulltíðarstarvi í Føroya Arbeiðarafelag. Men tú mást vita betur enn tú letur til at vita. Tað er eingin loyna, at eg hevði fulltíðarstarv við hálvari løn í Føroya Arbeiðarafelag, eg havi ongantíð siti við tveimum lønum, lat tað so verða sagt. Men hvat skulu vit vænta frá tær, tá tú ríður so lágt at tú heingir ein av embætismonnum út alment, at hann skuldi verið ov dýrur, og tí kundi hann ikki verða við á charmetúrinum runt landið um hvítubók, tað man heldur hava verið tí, at maðurin er realistiskur og leggur kortini á borið og sigur sannleikan.

Men her eru tvey dømir um Høgna Hoydal, ið ikki smæðist fyri at leggja persónliga eftir fólkið tá tey ikki hava somu áskoðan sum hann sjálvur, eg haldi hetta sigur nóg mikið um persónin Høgna Hoydal.


Viðv. heimarøktini,

ið er ein skerdur fuglur

So kanst tú koyra fram sum tú vilt, við tí at játtanin er hækkað í 1999. Eg bað teg gera tær tann ómak at kanna hvussu tey eru skerd í tímatali, ið hava heimarøkt fyri neyðini, og um uppsøgn av heimahjálpum, og hvat í umsitingin kostar í mun til allar tær broytingar, ið eru gjørdar seinastu árini. Man kann gott játta meiri pening men kemur hesin peningur á rætta stað?


Viðv. teimum tímaløntu og teirra sømdum

So er tað ikki samgonguni fyri at takka, at lønin hækkaði og vit fingið nakrar positivar broytingar í sáttmálan, tað hava vit sjálvi stríðst fyri. Tá tað kemur til barnsburðargrunnin sum skal setast á stovn, so hava vit øll hoyrt Landstýrismannin í vinnumálum, Finnboga Arge, siga at hann ætlar at fara eftir peninginum hjá Arbeiðsloysisskipanni til at gjalda barnsburðargrunnin, og tað tekur onki fakfelag undir við, at ALS skal gjalda henda grunn.


Viðv. pensióninum

So má eg enn einaferð minna teg á, at 1. januar 2000 er ikki komin enn, og sum áður sagt, vit fáa at síggja hvat munandi hækking verður, tá árið byrjar. Tíðin vil eisini vísa hvat tann varandi pensiónsloysnin verður. Men enn er ikki gloymt hvat Óli Breckmann segði, tá hann takkaði Helenu Dam á Neystabø fyri hennara tankar um pensiónir. Og øll vita hvat Fólkaflokkurin ynskir.


Viðv. karensdøgunum

So er tað ikki rætt, at allir flokkar taka undir við at karensdagarnar verða avtiknir. Tín egni flokkur hevur verið við til at stemma niður uppskot, um at avtaka karensdagarnar fyri tímalønt, tað er ikki meiri enn fyri árið síðani, uppskot var lagt fyri Løgtingið frá andstøðuflokkunum. Nú liggur so aftur eitt uppskot frá andstøðuni um avtøku av karensdøgunum, so fáa vit at síggja hvat tín flokkur ger, um tit taka undir við at tímalønt verða javnstillað við fastlønt. Eg skal enn einaferð gera vart við, at karensdagarnar er ikki ein sáttmálaspurningur, men ein løgtingslóg.


Viðv. tingmannalønunum

So var tað tingformaðurin, ið er úr tínum egna flokki, ið legði uppskotið fyri Løgtingið at hækka sínar egnu lønir, umframt 24 túsund kr. skattafrítt um árið til frímerkir og telefon til allar tinglimir og eisini eina hækking av politiskari upplýsing uppá fleiri hundrað túsund kr. Tað seinasta nýggja er, at á hesari fíggjarlógini fyri komandi ár, skal eisini skattaborgarin gjalda til floksskrivarar. Man roynir samstundis at verða so smartir, at lækka gjaldið til politiska upplýsing við 300.000,- kr. tað ger lítlan mun, men skal nokk gerast fyri at tað síggja eitt sindur penari út á fíggjarlógini.

At tingarbeiði skal verða betur av øllum hesum hækkingum, mann meinigi føroyingurin síggja lítið til.


Viðv. heimastýrinum

og trygdini

Nei Høgni Hoydal, tú skilir ongar grundgevingar uttan tínar egnu. Men um tú trýrt at FA-limir ella allir aðrir borgarar, fáa tað so nógv betur við at kappa verður á stokkinum her og nú og vit fáa fullveldi við skund, so eru tit meira bláoygdir enn gott er.

Tú sigur at danski blokkstuðulin ikki er nøkur trygd fyri livistøðinum hjá Føroyinginum, men Høgni Hoydal, tú hevur so ikki víst á nakra betri trygd. Eg havi áður spurt hvat hendir tá 1. milliard kr. verður tikin út úr búskapinum, men onki svar er komi enn.

Skulu vit trúgva tí, ið fleiri búskaparfrøðingar siga, so verður bæði arbeiðsloysi, fráflyting, lønarlækking og onnur sosial neyð. Tað ber ikki til at allir búskaparfrøðingar, ið ikki eru samdir við Høgna Hoydal ikki duga at gera búskaparliga metingar. Og eitt kann sigast afturat, skulu vit hava loysing, ber ikki til at fara við biddaraposanum niður at samráðast við donsku stjórnina so at danir skulu gjalda blokkin í 15-20 ár, fyri at vit kunna loysa. Vit skulu sjálvi gjalda, tað er sjálvsagt. Vit skulu heldur ikki vænta at danir skulu gjalda fyri fullveldi, tá vil skommin verða fullkomin, um tað er tað tit ætla.

At limirnir í Føroya Arbeiðarafelag merkti kreppuna so dyggiliga, er einki at ivast í og sigast kann, at tey eru ikki komin burtur úr kreppuni enn. Um tit fara út á bygdirnar, so vilja tit síggja bæði arbeiðsloysi og fyri ein part ringar tíðir, tað er okkara miðstaðarøkið, ið er komið nøkunlunda burtur úr kreppuni.

Tí fer mann heldur ikki nú, at taka undir við nøkrum, ið vil føra til arbeiðsloysi, fráflyting og lønarlækking.

Til seinast, tað eru ongar skeivar grundgevingar slongdar út frá mær. Men vit mugu síggja veruleikan sum hann er, vit liva ikki av romantiskum dreymum, í hvørtfall ikki tann vanligi føroyingurin.


Sjálvbjargni

Tað verður trupult at skifta orð um hvussu eitt rættvíst samfelag skal skipast, um tað bert skal verða ein áskoðan, ið skal verða galdandi nevnliga tann hjá Høgna Hoydal. Vit onnur, ið vilja verða varin og ikki loypa framav, men ganga tað demokratisku leiðina og spyrja Føroya Fólk hvat vilja tit, vilja tit loysing ella framhaldandi ríkisfelagsskap við broytingum av heimastýrislógini? Er tað ikki Føroya Fólk, ið eigur avgerðina, eiga tey ikki at verða eftirspurd, ella halda tit tað er demokratiskt at Landsstýri og 17 ella 18 tinglimir skulu avgera lagnuna hjá okkara fólkið? Um tað er fólkaræði, so sigi eg bara guð náði okkum fyri frælsi og rættartrygdini í samfelagnum. At eitt Løgting við 1-2 tinglimum í meiriluta kunna avgera at fara niður at samráðast um loysing her og nú, so hava vit gott í vænti, tá tað kemur til fólkaræði tá loysingin er framd.


Ingeborg Vinther

14. oktober 1999