Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, er liðugur við bók um føroysku fullveldistilgongdina frá gomlum døgum og fram til í dag.
Handritið er latið danska forlagnum Lindhardt og Ringhoff, og um ein mánað ella har um leið kemur fyrsta bókin eftir Høgna Hoydal út á prenti. Hon verður á donskum máli.
Høgni Hoydal greiðir frá, at talan ikki er um eina bók, hann av sær sjálvum hevur sett seg niður at skriva.
? Danska forlagið, ið gevur út ymsikar kjakbøkur, heitti fyri tíð síðani á meg um at skriva hesa bók, og tók eg av. Forlagið hevur fyrr givið út kjakbók um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, sigur Høgni Hoydal.
Landsstýrismaðurin greiðir frá, at bókin telur 100 síður og er ein politisk bók, ið greiðir frá hansara hugsanum um føroyska sjálvstýrisrørðslu. Tí hevur tað ikki verið serliga møtumikið at skriva bókina.
Høgni Hoydal veit ikki, um fleiri bøkur fara at koma frá hansara hond. Men hann sigur tó, at tá hann nú hevur skrivað bók á donskum, fer hann at umhugsa eisini at skriva bók á føroyskum.
? Hendan bókin, eg havi skrivað, er sum sagt politisk. Tí kann eg ikki siga, um eg eri egnaður at skriva fagrar bøkur ella søguligar bøkur, tá eg enn ikki havi roynt tað, sigur Høgni Hoydal, ið heldur tað vera heldur tíðliga at fara at skriva endurminningar.