Hóast sjúkrahúsverkið er skattgjaldarum tung byrða, so sýna tey allarflestu tí vælvild.
Heilsuverkið er almenna trygdin, tá teirri í huganum annars so sjálvsøgdu heilsuni bagir, og hvør vil ikki sum frægast gardera seg og síni?
Men hin vegin hevur heilsuverkið alt ov leingi verið ein lokað verð, og tað kann í sjálvum sær volda óneyðugan og ógrundaðan ótta í fólki.
Tí er tað bara gott, um dyr vera lætnar upp fyri almennari kunning um tað ótrúliga fjøltáttaða virksemi á landsins størsta arbeiðsplássi.
Seinru árini hava so eisini tíðindafólk ómakað sær og sloppið innar at lýsa eitthvørt, tó ofta bert partvíst fyri at leita upp onkra “góða søgu”/sensatión, eins og langt hevur verið í millum sakligar og tignarligar frásagnir.
Men nú hevur so ein fyrrverandi jarnsmiður úr Vági, seinri skrivandi maður, roynt seg við eini djarvari men tignarligari dokumentaristiskari lýsing av áhugaverdum pørtum av gerandisdegnum innanveggja á Landssjúkrahúsinum.
Hann hevur áður hegnisliga roynt seg við líknandi frásagnum.
Í 2006 gav hann soleiðis út rúgvusmikið greinasavn um nógv ymisk gerandisarbeiði líka frá m.a. flogskipara yvir sálarfrøðing til bíbliusmuglara. Tann bókin gjørdist bestsellari, eins og eg meti hesa hansara higartil seinastu fara at gerast, nú tað stundar til góð jólagávuhugskot.
Hendan bókin er stutt (96 bls.) og skjótt lisin. Sjálvur fekk hana móti kvøldi, setti á hana nývaknaður og fekk ikki slept henni fyrr enn liðugt var út á fyrrapartin.
Bestubitar:
Í bókini eru 8 sjálvstøðugar greinir, sum kortini hanga saman og eru sínamillum viðkomandi, men sum høvundin sjálvur lítillátin og eyðmjúkur tekur til, so ber illa til í stuttari bók at lýsa tað meyrumeingi av tysjandi , margfeldum virksemi, sum eitt sjúkrahús í roynd og veru er.
Yvirskipaða temaið tykist vera sjálvt mannalívið úr vøggu í grøv eins og verandi vónin í tí sambandi.
Føðing og deyði eru jú einastu vissir í lívinum.
Tí er í bókini ein meistarliga eyðmjúk og tignarlig lýsing av eini føðing, eins og bókin endar við deyða og greinandi líkskurði, sum er sømiliga avgreiddur og samsvarandi lýstur av høvundanum.
Tá ringast veit við, og sjálvt yngri fólk brádoyggja, kann tað vera starvsfólki ein lærdómur at vita hví eins og hjá avvarðandi avkláring og kanska uggi við.
Í bókini fylgja vit margfalda arbeiðinum hjá portørtænastuni og fáa innlit í , hvussu væl alt virksemi er samskipað frá byrjan til enda til tess at bjarga lívi, eins og tey eisini inna sín gerning, tá og um illa gongst, og fólk vera borðin út aftur við tærnum fyrst.
Í millum byrjan og enda veitir bókin innlit í annað sjúkrahúsvirksemi:
Vitjað verður á bráfeingisdeildini eins og á skurðstovu, har ein heilur dagssetningur verður lýstur og dokumenteraður.
“Náttin er tung” er ein lýsing av náttarvakt á røktardeild, har tað liggja ógvuliga kropsliga sjúk og doyggjandi.
Harumframt ger Høgni , høvundin saman við sínum myndamanni eitt rend “niðan um vegin” á afturlætnu sálarsjúkudeildina, har eg við mínum royndum meti hann hava dugað væl og tignarliga at veita eina beinrakna mynd av tí mangan sera fjølbroytta sjúklingahópi, sum har búleikast, síðani tey annaðhvørt eru so illa í ørviti ella í summum føri hava onga aðra staðir at vera. Og í hesum høpi eru starvsfólkafrustratiónir eisini væl lýstar.
Tað tykir mær vera djarvt av Høgna at hætta sær undir slíkt dokumentariskt arbeiði á slíkum støðum. Til tess krevst fólk, sum duga at hyggja og lurta við eyðmýkt og sóma og vekja álit og trygd.
Sjálvur lýsir hann tað sum sínastu mætastu journalistisku uppgávu higartil, har hann kendi seg fara fattan og fordómsfullan innar, men lútandi og eyðmjúkur útaftur.
Tó er slík almen lýsing og kunning alneyðug.
Vit eiga jú sum meðmenniskju at koma hvørjum øðrum við, tí næst eftir vissuni um føðing og deyða mann sjúka hóast alt vera nokk so vís á lívsleiðini.
Dokumentariska bók Høgna, hesuferð, tykir mær vera liður í menningini og tiltrongd avmystifisering av okkara samhaldsfasta sjúkrahúsverki. Sjálvur minnist eg við skomm aftur á , hvussu vit í sjeytiárunum í fullum álvara tingaðust um at seta bumm í Eirargarð at forða fólki í at sneyta inn at okkara sálarsjúku meðborgarum.
Evnið er álvarsamt, men bókin er kortini positiv og fjálg, sjálvt tá illa vil til, eins og tagnarskyldan er væl umsitin bæði í teksti og í myndum.
Í sjúkuhøpi og í neyðini kann grasið mangan tykjast grønari uttangarðs, og kanska eru tey kønari og kringari innan uttanlands sjúkrahúsverk.
Sjálvur havi eg verið innlagdur bæði her og uttanlands, og eg má av egnum royndum sanna, at tá tað kemur til sjúkrarøkt , nærleika og umsorgan, so hava vit helst munin her heima.
Í bókini metir “liðsnikkarin”, skurðlæknin føroyingar hava eitt nógv betri heilsuverk, enn teir geva sær far um og ikki minst vegna tess, at tað er so stutt millum úthurðina og heilsuserfrøðina.
Og rætt hevur hann..
Sjálvur plagi eg at siga gáttina vera lægri og sovæl samskifti sum samhuga tað betri – og væntandi hevur henda bók Høgna viðvirkað alment rætta vegin við at hava áhuga manna millum.