Ógvisligt hitamet dag um dag á innlandsísinum

Ískápin bráðnar við rúkandi ferð

Hósdagin var hitamet á evsta punkti á innlandsísinum í Grønlandi, tá veðurstøðin hjá DMI við Summit máldi hitan at vera 2,2 stig. Hitin á staðnum plagar annars at liggja um frystipunktið á hesari tíð á árinum.

Tað skrivar DR í dag.

Tað hevur tí vakt ans millulm granskarar, at hitametið longu varð sligið dagin eftir. Seinnapartin í gjár søgdu hitamátingarnar, at hitin ovast á innlandsísinum var heili 4,7 stig - altso meira enn tvey stig heitari enn metið frá degnum fyri.

Báðar mátingarnar skulu kortini eftirkannast, og tað væntast at vera komið upp á pláss, tá vikuskiftið er komið at enda.

Lítið av regni var seinastu vetrarhálvu, og saman við nógva hitanum hevur hetta nú fingið stórar fylgir fyri ískápuna, ið bráðnar sum ongantíð fyrr.

Við DR sigur Sebastian Mernild, granskari á Nansen deplinum í Norra, at seinastu túsund árini er bráðna av toppinum eina ferð - í 1889 - í seinastu 2000 árini er hetta bert hent nakrar heilt fáar ferðir.

Í løtuni bráðnar ísurin tó í fullari ferð. Mett verður, at millum 10 og 11 milliardir tons av ísi bráðna um dagin.

Sebastian Mernild leggur aftrat, at einstakir ógvisligir tilburðir ikki eru orsøk til órógv, men vísir á, at nógvu ógvisligu veðurlagstilburðirnir heimin runt hanga saman, og at veðurlagið er í broyting.