Guttorm er ættaður frá Gjógv, og hann er sonur Helenu, ættað frá Kirkju, og Dánjal Klein, sum var formaður í Føroya Fiskimannafelag 1941-1952.
Mamma Guttorm doyði í 1934 á barsilssong við tí tígginda barninum, bert 39 ára gomul. Guttorm gjørdist tískil móðurloysingur, tá hann var tvey ára gamal. Dánjal sat eftir við níggju børnum, sum vóru í aldrinum tvey til átjan ár. Hetta var ikki lætt hjá einum fiskimanni, serliga tá í tiðini. Fleiri av børnunum fóru aðra staðni at búgva, men Guttorm varð verandi heima saman við beiggjunum og elstu systrini. Tað eydnaðist kortini at varðveita systkinaflokkin sum eina eind. Guttorm er vaksin upp sum ein rættur gjáarmaður og fekk sum viðføri ta serligu mentan, sum er eyðkend fyri Gjógv, og sum er væl lýst í okkara røð um Dinnufíu. Dánjal doyði í 1956, 73 ára gamal.
15 ára gamal fór Guttorm til skips við Sæborg, har John Joensen í Lorvík var skipari. Árini aftaná var hann við ymiskum skipum. Í 1949 fór hann á Føroya Fólkaháskúla. Aftan á tað fór hann at læra til elektrikara hjá Svend Joensen, og í 1959 fekk hann prógv sum el-installatør. Síðan fór hann út at sigla sum elektrikari við Mærsk skipum. Hann var tó so ringur av sjóverki, at hann ásannaði, at hetta fór ikki at vera hansara lívsstarv.
Eftur at hava siglt ein tein, sum svarar til átta ferðir kring knøttin, helt Guttorm, at nú var tíð upp á at leggja seg á landi. Tá fór hann at arbeiða hjá SEV í Norðoyggjum. Og her arbeiddi hann í heili 31 ár.
Í 1971 giftist Guttorm við Mariu, dóttir Andrass og Malenu Samson, sum tá sat einkja eftir Jónstein Biskopstø við trimum smádreingjum, sum vóru Andrass, Ólavur og Róðin. Saman fingu tey dótrina Helenu.
Guttorm hevur eisini verið við í politikki fyri Sjálvstýrisflokkin. Hann hevur fleiri ferðir verið varamaður á tingi. Eitt skifti sat hann í tinginum í fýra mánaðir fyri Asbjørn Joensen, sum var í sjúkrafarloyvi. Og eitt skifti var hann eisini formaður í marknaðarnevndini fyri Hilmar Kass. Hetta helt Guttorm vera spennandi uppgávur, og sakligur, sum hann er, hevur hansara partur ikki ligið eftir.
Guttorm hevur eisini havt aðrar álitissessir, sum at vera formaður í Húsalánsgrunninum. Hann hevur eisini verið limur í ymiskum valstýrum. Men tá heilsan fór at bila, slepti hann politikki og nevndum.
Tann sum skrivar hesar reglur havi kent Guttorm gjøgnum longri tíð. Altíð havi eg verið hugtikin av hansara vinarligu medferð. Serliga komu vit at kennast, tá eg skrivaði um pápa hansara Dánjal Klein í FF-blaðnum. Tá kom eg kenna Guttorm sum eitt sera vitandi og gløggan mann. Men tað sum telur enn meira, er hansara positiva lyndi, sum ger, at ikki slepst undan at halda av honum.
Hetta er eisini tann fatan sum verður váttað, tá tosað verður við fólk, sum kenna hann betri. At arbeiða fyri SEV var ein uriaspostir, har ein altíð skuldi vera tøkur. Tá ein sikring fór onkunstaðni í økinum vóru altíð boð send eftir honum uttan mun til tíð á samdøgrinum og uttan mun til veður. Tað vóru nógvir føðingardagar, tá Guttorm knappliga var burtur, og tá var hann farin í onkur bráfengis SEV ørindini. Eitt kvøld var hann farin út í so ringum veðri, at maðurin, sum hevði ólag, og sum hevði boðsent honum, helt tað vera óráð at fara upp í pelan og bað hann bíða til morgunin eftir!
Tað varð sagt um Dánjal Klein, at hann dugdi væl at fáa semju millum fólk. Tað sama er galdandi fyri Guttorm. Hann varð ofta tilkallaðir, tá ósemjur vóru og við sínum milda lyndi eydnaðist honum ofta at slætta sjógv.
Tað er ikki altíð eins lætt at giftast við kvinnu við børnum. Serliga ikki hjá einum gomlum dreingi, sum Guttorm var blivin! Men hetta hevur ikki verið nakar trupulleiki í førinum hjá Guttorm og Mariu. Hansara stjúksynir bera honum alt gott og siga, at Guttorm hevur verið teimum ein framúr pápi.
Hetta skal vera ein heilsan til tykkum bæði. Kenni eisini Mariu sum eitt skilafólk. Hon er eins og Guttorm av góðum bergi brotin. Annar abbi hennara var gamli Mortan í Hvannasundi, og hin var Samson Joensen, væl kendur sum deknur.
Hjartaliga tillukku Guttorm og tit bæði og góðan byrð framyvir!
ó.