Steypafinala
Tað var ein stórhending fyri føroyskan hondbólt, sum fór fram, tá íslendska steypafinalan hjá kvinnum varð leikt leygardagin.
Annar parturin í finaludystinum vóru sonevndu eyjastúlkurnar, og millum leikararnar hjá hesum telist Gunnleyg Berg, sum hetta árið hevur roynt seg í bestu íslendsku deildini í liðnum hjá verandi meistarunum, ÍBV, úr Vestmannaeyjum. ÍBV vann finaludystin, og sostatt er Gunnleyg fyrsti føroyski hondbóltsleikarin, sum vinnur gull í eini steypafinalu uttan fyri landoddarnar.
Einasti føroyingur, sum okkum kunnugt hevur verið nær við, er Svanna Hanusardótti, sum ta einu ferðina var við til at spæla finaludyst í Danmark. Ta ferðina taptu Svanna og tær tó við einum máli, og fram til leygardagin var hetta fremsta føroyska avriki í útlendskari steypakapping í hondbólti.
Dysturin
Vit føroyingar hava bæði hetta og undanfarna vikuskiftið verið vitni til nakrar sera spennandi steypafinalur í bæði hond- og flogbólti, og sigast skal beinanvegin, at hvat spenningi viðvíkur, so stóð finaludysturin í Íslandi einki aftan hesar finaludystir.
Haukar eru í løtuni fremst í bestu íslendsku kvinnudeildini, og meginpartin av dystinum vóru tað eisini tær, sum høvdu steypið í eygsjón. Í hálvleikinum vóru tær á odda 8-6, og sambært íslendsku miðlunum, var tað einamest takk málverjanum, at ÍBV tá framhaldandi var inni í dystinum.
Tá bert fá sekund vóru eftir at spæla, brendi ÍBV tað, sum helst mundi vera teirra seinasti møguleiki, og Haukur hevði ivaleyst steypið í huganum, tá tær skuldu fara í seinasta álopið. Vit lata Gunnleyg greiða frá, hvat tað var, sum tá hendi við dystinum:
- Tað mundu vera eini 10-15 sekund eftir, tá Haukar kundi fara í álop. Venjarin hjá okkum hevði tá tikið Time-out, og hann bað okkum gera sum minst av mótstøðu hetta seinasta álopið. Ístaðin hildu vit tvær gentur frammi í álopinum, og so royndu vit bara at lokka tær til at avslutta álopið sum skjótast.
- Tær sluppu so at spæla seg púra leysar, men brendu møguleikan, og so fóru vit í mótálop. Hetta endaði við, at jugoslaviska Tamara Mandzic hjá okkum fekk brotskast, og hetta sendi hon í netið, soleiðis at vit vunnu rættin til longda leiktíð, sigur Gunnleyg um sera dramatiska dystin, sum varð spældur í Laugardalshøllini fyri gott 1.000 áskoðarunum.
Í longdu leiktíðini vóru tær hjá ÍBV omaná, og endaliga úrslitið gjørdist, at ÍBV vann dystin 21-19. Úrslitið eftir vanligu leiktíðina var 17-17.
Stórfingin móttøka
Tá vit sunnukvøldið fingu orðið á Gunnleyg, var tað ein heldur moyr hondbóltsgenta, sum kundi greiða frá, hvussu leygarkvøldið annars hevði verið hjá teimum.
- Tað varð sjálvandi alt fyri eitt lagt upp til tað heilt stóru veitsluna, tá tað varð greitt, at vit høvdu vunnið finaludystin, sigur hon.
- Fyrst ráddi tó um at koma aftur til Vestmannaoyggjarnar, og tað var ein ótrúlig sjón, sum møtti okkum, tá ferjan kom inn móti landi.
- Eg haldi, at alt, sum kundi grulva, var komið á keiina at taka ímóti okkum, umframt tey mongu viðhaldsfólkini, sum høvdu verið í Reykjavík at stuðlað okkum í finaludystinum.
- Síðani vórðu vit riknar niðan á ein pall, so øll kundu síggja okkum, og fyri at gera alt upp aftur betri, varð eisini skotið við fýrverki, og eg kann gott siga, at tað var nakað væl flottari enn tað, sum Býráðið í Havn skeyt, tá vit komu inn í 2000.
- Síðani fóru vit allar á Pizzaria at eta, áðrenn vit fóru heim til formannin í hondbóltsfelagnum, og var so eisini meira fýrverkarí á skránni, greiður ein týðiligar rørd Gunnleyg frá.
Stór uppliving
Meðan hon hevur leikt við Neistanum, hevur tað ongantíð eydnast henni at vinna hvørki lands- ella steypakapping, og sunnukvøldið royndi hon heldur ikki at krógva, at hetta so avgjørt var tað størsta, sum hon hevði roynt higartil.
- Hetta hevur bara verið heilt fantastiskt, men eg má viðganga, at eg eri fullkomuliga útkoyrd í dag. Vit góvu alt tað, sum vit áttu í okkum í finaluni, og kroppurin er at kalla deyður í dag, so nú er bara hvíld á skránni fyri mítt viðkomandi. Venjingin byrjar eisini longu mánadagin, so tað ræður um at verða klár til ta tíð.
Fara eftir gullinum
Enn er landskappingin so langt ífra liðug, og eisini her hevur ÍBV møguleika at gera seg galdandi. ÍBV er í løtuni á øðrum plássi, seks stig aftan fyri Haukar, men hóast mótstøðuliðið í finaluni vinnur deildina, so er ikki víst, at tær eru meistarar, tá avtornar.
Í Íslandi er skipanin soleiðis, at átta tey bestu liðini koma víðari í eitt endaspæl, sum verður leikt eftir cup-skipanini. Har spælir nr. eitt so móti nr. átta, og so verður funnið fram til finaluluttakararnar eftir ávíkavist fjórðings- og hálvfinalur.
Spurd, um hetta eisini er nakað, sum tær hugsa um, nú gullið er komið til høldar í steypakappingini, sigur Gunnleyg, at tað er tað so avgjørt.
Hvør veit, kanska er søguskrivingin hjá Gunnleyg ikki liðug enn á hesum sinni. Møguleikin fyri greipuni er enn til staðar, og Gunnleyg og tær ætla sær so avgjørt at verja heitið, sum eyjastúlkurnar vunnu fyri knøppum ári síðani.










