Sambært Morgunblaðnum hevði føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen nógvar góðar bjargingar í málinum hjá FH, ið spældi móti Breiðablik í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini á útivølli í kvøld.
Gunnar kundi tó ikki forða fyri einum 0-3 tapi. Breiðablik skoraði beint undan steðginum, og í seinna hálvleiki skoraði heimaliðið tvey mál innanfyri tveir minuttir.
Talan hevur um eina haltandi byrjan hjá FH, ið hevur trý stig aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið. FH er í løtuni nummar átta av teimum 12 liðunum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Komandi fríggjakvøld hevur FH torføran heimadyst móti Vali, ið hevur vunnið níggju stig í trimum teimum fyrstu dystunum.