Gunnar N. Samuelsen: Torturur í Húsavík

Óli Jacobsen
------

Faðirættin hjá Gunnari gongur aftur til Húsavíkar til húsini á Gutta­breyt.
Abbi Gunnar, Gutti Sámalsson (1821-1901), seinri kendur sum gamli Gutti, hevði ikki ætlað sær konu, men tá ið systur- og fostursonur hansara, Gutta Jógvan, giftist og fór at byggja sær hús, kom brell á hann, og hann fann sær gentu av Strondum, ið var 31 ár yngri enn hann. 58 ára gamal giftist Gutti í 1879 í Sands kirkju við Elsebeth Kathrine Malene Strænder, vanliga nevnd Gutt-Elspa ella Gutta­kona.
Sonur teirra, pápi Gunnar, Gutta Sámal (1880-1942) giftist við Inger Anna Maria Dam (1884-1964) úr Kolla­firði, og tey búsettust í Havn. Hann tók skiparaprógv í 1908 hjá brøðrunum við Stein, og hann átti Livingstone í 1909 og 1910. Í 1915 førdi hann Karina.
Dóttirin, Gutta Katrina, f. 1886, giftist í Froðba við Dánjal Jákup Gustav Petersen f. 1885. Ein sonur teirra var Jens Christian og ein sonur hansara var Anthon Petersen. Báðir vóru kendir sum útróðrarmenn í Grønlandi.
Elspa var búgvandi á Guttabreyt til seint í 1920-unum. Hon fór so suður til dóttrina í Froðba, har hon doyði í 1931.

Doyðu av tuberklum
Sámal og Inger Anna Maria Gutte­sen búðu í Tróndargøtu og fingu fýra børn, sum fingu eftirnavnið Sam­­uelsen. Gunnar var føddur 5.4 1908. Eftir loknan barnaskúla fór hann á skrivstovuna hjá Skipa­felagnum at arbeiða. Men hann fekk tuberklar og doyði í 1930, bara 22 ára gamal.
Ingvard, beiggi Gunnar, fekk eisini tuberklar og doyði ungur. Beiggin Hjalgrim var leingi niðri á sjúkrahúsi, har hann eisini doyði.
Margretha (1909-1999) hevði vask­ingina hjá Lamhauge og Waagstein undir hond frá byrjan í 1948. Hon giftist við Andreas Djurhuus úr Sumba. Tey fingu børnini Gunvør, Rosu og tvíburarnar Any og Poul.

Gutta Jógvan
Gutta Jógvan var fostursonur abba Gunnar, og hann var eisini systur­sonur hansara. Um hann verður sagt í minningarorðum í 1912:

Gutta Jógvan í Húsavík var ein kempa til støddar og ein bjørn til styrki, og hann var ein hin dám­ligasti og góðsligasti maður, ein kundi ynskja sær at hitta, rætt ein føroyingur, sum ein kundi hugsað sær teir bestu føroyingar at vera.
Sum grótmaður kom Jógvan manga staðni umkring, mest saman við bygdafelaga (og svági) sínum Hanus í Skumpitoft, eitt reystmenni eins og Jógvan.
Teir vóru fittligir gestir at hava, tí báðir elskaðu arbeiðið og fóru so fegnir um tað, sum var tað til ein gam­ansleik. Var tað ein stórur klettur, sum treiskaðist teirra kempu­kreftum, so tóku teir í eitt reystligt kvæðaørindi, og tá kundu teir beita hann, hvar teir vildu. Tað var rætt ein fragd at síggja hesar báðar menninar takast við stórgrót. Og lagaligir vóru teir hartil. Tá ein sá teir taka tøk við veldigar steinar, so kom ein at hugsa um hin sterka Janus við Gjónna, sum lagaði hin víðagitna garðin, ið verjir húsini fyri áarlopi.
Jógvan hevði tað við sær, at hann ongantíð hugsaði um at eira seg, og tá hann, tað eru nú fleiri ár síðan, fekk ringa influensa í kroppin, gjørdist hann aldrin tann maður aftur, sum hann hevði verið. Hann kendi seg ússaligari og ússaligari, og nú í sínum 63 ári fór hann av verðini.
Men eitt dømi um, hvussu hesin trúfasti maðurin var lýddur av øllum, var hin stóri líkskarin, sum var og fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarpláss.
Tað bragdið, ið sorenskrivarin Andersen (1890-96) gjørdi Gutta Jógv­ani, við tað, at hann læt bæði hann, konu og ein hálvvaksnan son sita í langa tíð í Skansanum fyri tjóvarí – konan var enntá við barn – tó at tey vóru aldeilis sakleys, niðurbreyt heimið soleiðis, at tað ongantíð bleiv aftur, sum tað áður hevði verið. Og hetta bragdið kann eisini hava skyld í, at tann kraft, ið Guttajógvan átti í sær, misti mótstøðu sina ov skjótt. Tí Jógvan tók sær – sum allir ið kendu hann vistu – nær av hesum tilburði.

Torturur framdur av dómara
Hetta er ein søga um tortur framdur av myndugleikunum í Føroyum fyri einans góðum 100 árum síðani.
Í minningarorðum um Hanus í Skumpitoft í 1934 verður sagt um hetta mál, at søgan hjá Gutta Jógvan verður við, tá rættarsøga Føroya eina ferð verður prentað.
Heðin Brú hevur greitt frá hesi hending í stuttsøgusavninum Bú­ravn­urin í søguni Ovari Vegur.
Kanska yrkir Heðin nakað, men frásøgnin er annars verulig. Heðin skrivar:
Eina ferð i gomlum døgum kom øvrigheitin til bygdar [Húsavíkar] eftir einum smádreingi, hóttu hann at siga frá um ting og viðurskifti í sam­band við eitt sakarmál sum var. Men drongurin segði, at hann visti einki. Teir hóttu hann enn meira. Tað segði tað sama, drongurin svaraði bert, at hann einki visti. So fóru teir avstað við honum til Sands. Komnir til Mórarnar støðgaðu teir á við eitt myrkt holið og søgdu við dreingin:
“Sig okkum nú! Annars koyra vit teg í holið.”
Smádrongurin svaraði aftur hetta sama: ”Eg veit einki at siga.” So tóku teir hann, koyrdu hann líðandi niður. “Sig nú, sig nú, sig nú!” søgdu teir, meðan teir koyrdu hann djúpari og djúpari niður í holið.
Drongurin svaraði alsamt hetta sama: “Eg veit einki at siga.” So sleptu teir hann niður á botn í vatnið og myrkrið, og søgdu: “Sigur tú ikki nú, rýma vit frá tær, so kann tú sleppa at royna teg, tá ið náttin kemur, og øll trøllini fara at tysja um teg.”
Men drongurin gav teimum málveikur sama svarið: “Eg veit einki at siga.”
Teir fóru frá honum, lótu eina væna tíð ganga, komu so aftur og tóku hann upp úr holinum og skak­aðu hann: “Sig ella verður verri vorðið.”
Eg veit einki at siga,” letur í hon­um.
Tá spurdu teir hann ikki meira, men ein teirra tók bugfulla hondina í andlitið á honum og kroysti, so fingrarnir gjørdu hol fyri sær. Teir høvdu hann við sær til Havnar, men teir fingu einki at vita frá honum. Men hann kom skjótt aftur til bygdina, livdi sín aldur út. Men arrini í andlitinum frá hendingunum á Mórunum hevði hann til sín doyggjandi dag.”
Talan var um skuldseting fyri seyðastuldur, sum endaði við frí­døming.

Keldur:
Hanus A. Samuelsen
Rosa Strøm
----

Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá skómakaran Johannes Bærentsen og hansara ætt