Gull og bronsu í liðkappingini í fimleiki

Oyggjaleikir: Føroysku fimleikamenninir hava vunnið gull og kvinnurnar bronsu í bundnu liðkappingini í dag

Tað hevur hildnast sera væl hjá føroysku fimleikarunum í dag. Kvinnurnar stóðu seg væl og fingu bronsu, og menninir ikki minni væl.

So væl gekk hjá monnunum, sum umframt okkurt einstaklinga-gull eisini vunnu gull í bundnu liðkappingini.