Tað kann koma upp á tal, at geva teimum, sum arbeiða á føroyskum flakavirkjum, ein serligan skattalætta ið minnir um skattalættan hjá fiskimonnum.
Í farnu viku vístu vit á í Sosialinum, at trot á arbeiðsmegi kostar føroysku flakavinnuni minst 300.000 krónur um dagin.
Virkini mangla so nógv fólk, at tey fáa ikki virka fiskin, sum tey vilja og tað kostar teimum minst 300.000 krónur um dagin í mistari inntøku.
Kaj Leo Johannesen, formaður í sambandsflokkinum, heldur, at tað er ómetaliga átrokandi at taka hendan trupulleikan upp.
Hann hevur eisini uppskot um, hvussu trupulleikin kann loysast.
- Vit skulu hava fleiri arbeiðsfólk og sostatt eisini fleiri arbeiðstímar inn í fiskivinnuna á landi, sigur hann
Skattalætti og útlendingar
Hann sigur, at tað kann gerast upp á tveir mátar.
Annar mátin er at geva teimum, sum arbeiða á flakavirkjunum, ein serligan skattalætta.
Hann vísir á, at tað er ikki ókent at gera serligar skipanir fyri vinnur, sum arbeiða á altjóða marknaðinum, fyri at tær kunnu standa seg í kappingini við onnur lond.
Ein slík skipan er altjóða, føroyska skipaskrásetingin, FAS. Ein onnur skipan er skattafrádrátturin til fiskimenn.
Hann vísir á, at bæði fiskimaðurin og flakafólki eru týðandi partur í okkara høvuðsvinnu.
- Men hví skal ein fiskimaður, sum forvinnur 500.000 krónur um árið, fáa skattafrádrátt framum eina flakakvinna, sum forvinnur 200.000 krónur, spyr hann.
Eisini danir hava eina altjóða skipaskráseting, DIS, sum hevur bjargað danska handilsflotanum, so at hann nú gevur milliarda inntøkur.
Ein serlig skipan fyri fiskavirkini, kann eggja fleiri fólkum at arbeiða á flakavirkjum, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
Hin mátin er at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroyar at arbeiða á flakavirkjunum, har trot er á fólki.
- Hetta er heilt vanligt í londunum rundanum okkum, har meginparturin av arbeiðsmegini er útlendsk.
Um tey so skulu arbeiða fyri føroyskar ella útlendskar sáttmálar, er ein annar spurningur.
Mugu laga okkum til
Kaj Leo Johannesen sigur, sigur, at tað er alneyðugt at gera serligar skipanir fyri flakavinnuna, tí veruleikin er, at fólk tíma ikki á flakavirki at arbeiða, og tað er okkara høvuðsvinna.
Hann heldur, at tað er ov einfalt til at gera hetta til ein prinsipiellan spurning um studning ella ikki.
- Tá ið vit tosa um vinnur í altjóða kapping, verða vit noydd at laga okkum til kappingina rundanum okkum. Gera vit ikki tað, eiga vit at satsa upp á aðrar vinnur, sigur hann.
- Men tað, sum fer fram nú, er, at føroysk rávøra, verður flutt á virki uttanlands at fáa tað virðisøking, sum átti at farið fram í Føroyum, fingu virkini her nokk av arbeiðsmegi.
- Í løtuni flyta vit fiskavørur út fyri einar fýra milliardir. Men hví skulu vit útflyta hálvlidnar vørur til útlendsk fiskavirki virðisøkja til tvífaldað virði, ella enn meiri, tá ið tað einsvæl kundi verðið gjørt í Føroyum?, spyr hann.
Hann sigur tí, at avbjóðingin er at skapa um støður í Føroyum, so vit fáa sum mest av virðisøkingini her heima, sigur hann.
- Tað, sum nú fer fram, er, at útlendsk virki virðisøkja okkara rávøru og sostatt fara við vinninginum, ið vit skuldu havt.
Men hann heldur eisini, at tað er alneyðugt, at vit tryggja okkum so góðar sømdir á marknaðinum, sum gjørligt og tí endurtekur kann, at vit eiga at taka upp samráðingar við ES fyri at vita, hvørjar treytir ES fer at seta til ein føroyskan limaskap.