Gudstænasta fyri tey sum føla sorg og sakn

Sunnukvøldið verður vónar-gudstænasta í Vesturkirkjuni í Havn

Hevur tú fingið sjúku at bera og stúrir fyri framtíðini? Følir tú teg einsamallan eftir hjúnaðarskilnað, ella syrgir tú ein kæran, tú hevur mist.

Soleiðis spyrja prestarnir í Suðurstreymoyar vestaragjaldi.
- Undan jólum eru vit nógv, sum kenna til sorg og sakn, og vit eiga at syrgja og at sakna. Men er nøkur troyst og nøkur hjálp at heinta, spyrja teir.

Jú tað er tað, leggja teir afturat.

 

Tey, sum hava orsøk at syrgja, eiga at syrgja. Men syrg við vón. Tí tað er vón, siga prestarnir.


- Sunnukvøldið verður ein serlig gudstænastu í Vesturkirkjuni, sum er ætlað at møta tær, har tú ert, við vón. Vónin kann geva frið og birta nýggja gleði! Gudstænastan ber tí heitið vónargudstænasta.

Á skránni verður bíbliulestur, sangur, tala, bøn, altargongd og forbøn.

Tað eru prestarnir í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, sum eftir áheitan frá fólki, sum kenna sorg, sum hava tikið stig til hesa gudstænastu.