Nú er langt síðani, at føroyingar hava hoyrt Guðrun Sólju Jacobsen, men millum jól og nýggjár verður hon at hoyra í heimbygdini, Tvøroyri Tann 28. desember verður aftur høvi at hoyra Guðruna Sólju Jacobsen. Hon býr í Danmark og hevur eisini framførslur har, men í Føroyum er longi ímillum, at møguleiki er at hoyra hana.
Sunnudagin millum jól og nýggjár hevur hon konsert á Seglloftinum á Tvøroyri. Við sær hevur hon Neil Joensen á guitar og Dagfinn Olsen á bass.










