Stríðsval var um formanssessin í føroysku deildini í Farmakonomfelag. Endin var, at Guðrið Holm gjørdist nýggj forkvinna í felagnum. Hon starvast sum farmakonomur á framleiðsluni hjá Apoteksverki Føroya.
Hinir limirnir í nevndini eru (frá vinstru á myndini): Tórhild Hentze, Eysturoyar Apotek, Katrin Groth-Mortensen. Suðuroyar Apotek, Sigrun Mohr, Tjaldurs Apotek, Sonja Bertholdsen, Norðoya Apotek og nýggja forkvinnan Guðrið Holm. Uttast til høgru er tað forkvinnan fyri Farmakonomfelagið Christina Durinck.
1. apríl hevði Farmakonomfelagið Føroya Deild ársaðalfund í Frøishøllini í Kvívík. Av umleið 60 limum møttu 40 limir til ársaðalfundin.
Á ársaðalfundinum var orðaskifti millum limirnar millum annað um, hvussu man í størri mun kann seta sjóneykuna á yrkisligu førleikarnar farmakonomar hava, um hvussu teir kunnu vera við til at styrkja um sjúklingatrygdina og hvussu teir kunnu gagnnýtast innan heilsuverkið frameftir. Hetta var av limunum samtykt at arbeiðast skuldi fyri.