Grundgevingarnar fyri uppsøgnini av Øssuri av Steinum eru allar ósannar

   

Karolina Petersen
????????

Øll tey, sum kenna hampamannin Øssur av Steinum, eru skakaði av, at nevndin fyri Alv hevur givið honum uppsagnarbræv. Øll á skúlanum við Áir og vit sum kenna nærri umstøðurnar vita, at hann er uppsagdur við grundgevingum, sum eru ósannindi úr enda í annan. Nýggja nevndin og nýggja fyristøðufólkið geva honum skuldina fyri trupulleikar á Alv-skúlanum, meðan veruligi trupulleikin er, at nevndin hevur sett ein leiðara, sum ikki hevur kvalifikatiónirnar til at leiða ein handilsskúla.
Fjølmiðlarnir hava seinastu tíðina roynt at funnið fram til, hvat er farið fram á Alv-skúlanum. Teir hava tó ikki funnið kjarnuna í málinum, partvís tí teir ikki hava fingið innlit í málið.
Alv-skúlin var frá byrjan í 1960 ein góðkendur handilsskúli, góðkendur av Handelsministeriet, sum tá hevði eftirlitið við handilsskúlunum í Føroyum. Í nærum 25 ár hevur lærarin Øssur av Steinum, verið leiðari av undirvísingini á skúlanum.
Tá Helena Dam á Neystabø gjørdist landsstýrismaður, vildi hon flyta virksemið hjá Alv til Havnar. Hon vildi brúka stovnin til at vinna sær atkvøður við. Hon hevði aldri áður víst stovninum nakran áhuga. Nú vildi hon útvega Alv 5 milj. kr. til ein vardan verkstað í Havn.
Fyri at tryggja, at nevndin gjørdi sum hon vildi, setti hon tveir partamenn úr Sjálvstýrisflokkinum, Bartal Kass og Jónas Johnsson, til formann og næstformann fyri Alv. Hvørgin av teimum hevði havt nakað samband við endurbúgving áður. Aftrat teimum, valdi Helena trý umboð fyri brekað í nevndina, millum onnur Doris Hansen fyri MBF. Eingin av hesum fólkum hevði fingist við endurbúgving fyrr. So í staðin fyri at fáa eina fakliga kvalifiseraða nevnd, gjørdist nevndin eitt partapolitiskt amboð.

Settu barnagarðslærara sum handilsskúlastjóra.
Menninir í Sjálvstýrisflokkinum gjørdu sum Helena hevði dikterað. Men tá teir skuldu seta nýtt fyristøðufólk, gjørdu teir beinanvegin hitt størsta mistakið. Nevndin setti ein barnagarðslærara, Kristinu Larsen, sum leiðara. Teir bóðu síðan Øssur av Steinum um, at hon fyri fyrst kundi brúka hansara skrivstovu á skúlanum við Áir.

Skeldaði lærarar og starvsfólk.
Bilsin gjørdust lærarar og starvsfólk á skúlanum, tá nýggja fyristøðukvinnan fór at skelda tey út og briksla teimum, at tey dugdu ikki til teirra arbeiði. Bæði upp í eyguni á teimum og við útspilling aftan fyri ryggin á teimum, td. segði hon við næmingarnar, hvussu lítið lærararnir á skúlanum nyttaðu. Við eitt starvsfólk segði hon, at Øssur var óbrúkiligur sum fyristøðumaður. Hon var sostatt illoyal og undirgravaði virðingina fyri lærarunum frá fyrsta degi.
Hon hevði ikki sjálv ta útbúgving, sum krevst av einum handilsskúlaleiðara. Fyri at vera handilsskúlafyristøðufólk krevst, at viðkomandi hevur eina handilsfaklæraraútbúgving. Hana hevur Øssur av Steinum. Aftrat barnagarðsútbúgving, hevði Kristina Larsen bert eitt hmx-prógv og eitt Kemplerprógv, sum hvørki kann verða brúkt í handilsskúlasamanhangi. Nevndin hevur, eftir øllum at døma, ikki spurt seg fyri í Mentamálaráðnum, um treytirnar fyri at gerast handilsskúlafyristøðufólk.

Starvsfólkini hóttu við at fara til hús.
Tað hevur ongantíð fyrr verið klandur á skúlanum við Áir, og ongantíð verið øvugt orð millum Øssur og meg. Nú nýggja fyristøðukvinnan kom á skúlan, gjørdi hon við síni niðurgerandi viðferð av starvsfólkunum, at nøkur av teimum vórðu sálarliga niðurundirkomin av henni. Aftaná 10 mánaðir sendu lærarar og starvsfólk boð til nevndina, at tey orkaðu hana ikki longur og fóru at rýma til hús og ikki koma aftur á skúlan, fyrrenn fyristøðukvinnan var farin av húsinum. Nevndin gjørdi tá av, at Øssur skuldi hava fulla ábyrgd av skúlanum og at nýggja fyristøðukvinnan skuldi ikki koma aftur á skúlan.

Ósannindi aftanfyri uppsagnarbræv.
Øll, sum kenna hampamannin Øssur av Steinum, eru tí illa við av, at nevndin nú roynir at geva honum skyldina av íkomnu støðuni.
Nevndin hevur valt síðu. Nevndin hevur valt at trúgva tí nýggju fyristøðukvinnuni, hóast starvsfólkini á skúlanum meta, at trupulleikin er fyristøðukvinnan.
Av tí, at nevndin ikki vil viðganga, at hon hevur gjørt eitt mistak, við at seta ein persón, sum ongar fakligar fyritreytir og ongar menniskjansligar eginleikar hevur, fyri at leiða ein tílíkan stovn, hevur nevndin uppfunnið nakrar grundgevingar fyri at siga Øssuri upp. Eingin av hesin grund-gevingum heldur.

Fyrsta grundgevingin.
Nevndin sigur: "tá nýggja fyristøðukvinnan varð sett í starv, royndu vit at fáa skipað setanarviðurskiftini hjá lærarunum á Alv-skúlanum. Henda royndin datt niður fyri, av tí, at tygum settu tygum hart upp ímóti hesum arbeiði fyri síðani at reka fyristøðufólki av húsinum við at steingja skúlan og taka næmingarnar sum gíðslar í málinum".

Ósannindi:
Tað var ikki bara Øssur, sum "rak fyristøðufólkið av húsinum". ØLL starvsfólkini á skúlanum vóru SAMD um at rýma til hús, tí tey orkaðu ikki at arbeiða undir nýggju fyristøðukvinnuni. Tey fóru ØLL til hús og noktaðu at koma aftur, fyrrenn tey fingu vissu fyri, at nýggja fyristøðukvinnan ikki kom aftur á skúlan. Eitt av starvsfólkunum sigur, at talan var um sálarligan tortur, sum hon var útsett fyri av fyristøðukvinnuni. Eitt annað starvsfólk fekk eitt sera niðurgerandi skriv frá fyristøðukvinnuni um førleikan hjá honum til arbeiðið. So nú at siga, at Øssur var einsamallur um at steingja skúlan, eru ósannindi. Hann gjørdi hetta fyri at verja hini starvsfólkini á skúlanum, sum ikki vildu arbeiða undir nýggju fyristøðukvinnuni.

Onnur grundgevingin.
Nevndin sigur um Øssur, at "tygum hava yvir fyri almennum myndugleikum lagt Alv-stýrið undir at hava stolið pening frá Alv-skúlanum".

Ósannindi:
Øssur hevur ikki yvir fyri nøkrum almennum myndugleika lagt Alv-stýrið undir at hava stolið pening frá Alv-skúlanum. Nevndin nevnir einki um, nær hetta skuldi verið hent, og við hvønn Øssur skal hava sagt hetta. Hinvegin er tað skjalfast, at fyristøðukvinnan hevur tikið pening, sum skúlin hevði fingið frá Almannastovuni fyri næmingar, og flutt hann til konto hjá varda verkstaðnum í Smiðjugerði, og at nevndin hevur góðkent hesa flyting. At taka merkir ikki neyðturviliga tað sama sum at stjala. Møguliga er tað hetta, ið Alv-nevndin hevur misskilt.

Triðja grundgevingin.
Nevndin nýtir sum grundgeving fyri uppsøgnini, at ósemja er um pening, sum nýggja fyristøðukvinnan hevur flutt frá skúlanum til verkstaðin í Smiðjugerði. Nevndin sigur um hetta, at "tygum vóru kunnaður um hesar flytingar, áðrenn tær vóru gjørdar".

Ósannindi:
Hetta er eisini ósatt og hetta kann skjalprógvast. Til dømis flytir nýggja fyristøðukvinnan 550 túsund krónur tann 17. januar, skrivar ikki bræv til skúlan fyrrenn 19. januar, uppundir eitt vikuskifti, so skúlin fær ikki fráboðanina fyrr enn 22. ella 23. januar. Fyristøðukvinnan boðar sostatt ikki skúlanum frá, at hon hevur flutt 550 túsund krónur av skúlans peningi fyrr enn nakrar dagar aftaná, at hon hevur flutt peningin.

Fjórða grundgevingin.
Nevndin sigur: " av tygara eintingum hava flutt 160.000 kr. til lærarar skúlans, hóast ósemja er um lønarmálið, ið gongur í rættinum".

Ósannindi.
Hetta er grov ósannindi, og kann eisini skjalprógvast. Øssur hevur biðið Føroya Lærarafelag um útrokning-ar av fólkaskúlalæraralønunum og Handilsskúla-lærarafelagið um útrokn-ingar av handilsskúlalæraralønunum. Hesar útrokningar eru seinni góðkendar av Fíggjarmálaráðnum.
Øssur hevur ikki flutt nakað av sínum eintingum. Semja hevur leingi verið um, at skúlin skyldar lærarunum eitt lønareftirgjald uppá 631.000 kr. Tær 160.000 kr. vóru bert ein partur av hesum eftirgjaldi. Nevndin hevur ikki viljað rindað henda pening, so málið er farið í rættin eftir kravi frá Føroya Lærara-felag.
Nevndarformaðurin Doris Hansen hevur longu viðgingið, at grundgevingin um, at Øssur av Steinum hevur flutt lærarum løn "av sínum eintingum" ikki heldur. Við Dimmalætting mikudagin 14.juli sigur hon, at allir lønarspurningar eru greiddir.
Tað er rætt. Doris Hansen viðgongur harvið, at Øssur av Steinum hevur havt rætt og at nevndin hevur havt órætt.

Fimta grundgevingin.
Nevndin sigur um Øssur, at: "tygum hvørki hava skilt, hvussu skúlin var fíggjaður áðrenn 1. januar 2003 ella undir núverandi fíggingarmynstri".

Ósannindi.
Vanliga verður hugt eftir, um stovnsleiðarar halda seg innan fyri teir rakstrarkarmar, sum teir fáa tillutaðar. Øssur hevur alla tíðina hildið seg innan fyri teir rakstrarkarmar hann hevur fingið tillutaðar.
Nevndin hevur heft seg við, at Øssur hevur goldið 160 túsund krónur av lønareftirgjaldingum í januar mánað 2003, eftir at skúlin 1. januar 2003 er farin yvir til vanliga rakstrarjáttan.
Aftur her er tað nevndin sjálv, sum við uppsagnarskrivinum vísir, at hon ikki hevur skilt játtanarskipanina.
Játtanarskipanin hjá Alv-skúlanum til og við 2002 er lýst í viðmerkingunum hjá Landsgrannskoðaranum. Skúlin fær " eitt ávegis gjald, og tá árið er liðugt, ger skúlin samlaða kostnaðin upp. Undirskotið verður lutað sundur á teir næmingar, sum hava gingið á skúlanum". Hendan skipan verður vanliga nevnd "undirskotsdekning".
Hesa skipan hevur skúlin havt frá byrjan í 1960. Skúlin rindaði á hvørjum ári undirskotið við egnum gjaldføri, og fekk síðan peningin aftur frá Almannastovuni.
Sostatt skyldaði Almannastovan Alv pening í januar 2003 fyri fíggjarárið 2002.
Øssur hevði tí bæði rætt og skyldu at rinda lærarunum tann pening í januar 2003, sum Alv skyldaði fyri 2002.
Uppsagnarskrivið vísir sostatt, at nýggja fyristøðukvinnan og nevndin eru ósamd við Landsgrann-skoðarin og halda seg hava betri skil fyri játtanarskipan landsins enn hann.

Sætta grundgevingin.
Nevndin lastar Øssur fyri at hann hevur goldið omanfyrinevnda lønareftirgjald í januar 2003. Nevndin harmast um at "ALV síðandi hevur verið noytt at flyta henda pening aftur til Almannastovuna av sínum egna rakstrarkapitali".

Ósannindi.
Hetta vísir, at nevndin ikki hevur skilt játtanarskipanina, sum var galdandi til 1. januar 2003. Alv hevur á hvørjum árið goldið hallið við egnum rakstrarkapitali. Alv hevur síðan fingið hallið endurrindað frá Almannastovuni.
Alv átti tí at lati Øssur flutt alt lønareftirgjaldið uppá 631 túsund krónur av rakstrarkapitalinum hjá ALV, tí ALV hevði síðan fingið hendan pening endurrindaðan frá Almannastovuni. Tað er tí fyri-støðukvinnan og nevndin, sum hava gjørt ein feil við at flyta pening frá skúlanum til verkstaðin í Smiðjugerði, so Øssur ikki fekk goldið alt lønareftirgjaldið.

Nýggja fyristøðukvinnan skifti grannskoðara.
Ein kann undrast yvir, at nevndin kann fara so skeiv og siga so nógv ósannindi. Nevndin hevur tó sjálv ábyrgdina av tí óføri hon er komin í. Seinastu 25 árini hevur sami grannskoðarin hjá grannskoðaravirkinum Inpact grannskoðað roknskapin hjá Alv. Uttan nakra grundgeving skifti nýggja fyristøðukvinnan og nevndin grannskoðaran út .Tey mistu harvið nógva vitan um játtanarviðurskiftini hjá stovninum.

Sjeynda grundgevingin.
Vegna nýggju fyristøðukvinnuna rekur nevndin í uppsagnarskrivinum uppundir, at Øssur hevur verið torførur at samarbeiða við.

Ósannindi.
Hetta er eisini ósatt. Øssur hevur verið fyrimyndarligur at arbeiða saman við. Hetta sæst kanska best av, at starvsfólkini við Áir hava støðast. Av teimum, sum arbeiða í føstum starvi, hava trý arbeitt á skúlanum í 18 ár, ein í 9 ár og ein í 5 ár.
Hinvegin kundi nevndin spurt seg sjálva, hvussu tað ber til, at verkstaðurin í Smiðjugerði, sum bert hevur virkað í tvey ár, longu hevur mist helvtina av sínum starvsfólki.

Hvat er revalidering?
Stovnurin Alv hevur øll árini havt til endamáls at revalidera fólk. Revalidering merkir, at vit við at geva einum fólki skúlagongd ella læru hava gjørt tey før fyri at klára seg á jøvnum føti við onnur á arbeiðsmarknaðinum. Fyri at náa hesum máli hevur skúlin bert givið undirvísing, men ikki havt egnar próvtøkur. Próvtøkukrøvini eru tey somu sum hjá Føroya Handilsskúla. Føroya Handilsskúli gevur handilsnæmingunum FHS-prógv. Næmingar, ið taka 9. floks prógv, fara til próvtøku á Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Tað at næmingarnir á Alv-skúlanum hava eina formliga góðkenda útbúgving gevur einum framtíðar arbeiðsgevara trygd fyri, at næmingarnir duga tað sama sum á øðrum skúlum. Hetta er ein høvuðsorsøk til at heili 70 % av næmingunum koma í arbeiði eftir at hava verið í skúla við Áir.
Nýggja fyristøðukvinnan forðar fólki í at verða revalidera.
Hesa mannagongd hevur nýggja fyristøðukvinnan broytt. Hon skipar fyri egnum skeiðum. Fólk ganga á hesi skeið, men fáa einki góðkent prógv, tá undirvísingin endar. Av tí sama er enn eingin revalideraður av skeiðinum, sum nýggja fyristøðukvinnan hevur staðið fyri. Eitt skeið, sum hon hevði skipað fyri, byrjaði fyrst í januar í ár í Runavík, men hetta skeiðið fekk ikki nóg nógvar næmingar. Hon ringdi tá til Alv-skúlan og bað næmingar, sum gingu í skúla har, um heldur at koma á skeiðið, sum hon hevði skipað fyri. Hesir næmingar hava ikki fingið nakað góðkent prógv, tí skúlin er ikki góðkendur. Tey hava bert fingið eina váttan, at tey hava tikið lut í einum skeiði. Hetta stillar tey munandi verri fyri, tá tey skulu út á arbeiðsmarknaðin. Ein næmingur, sum hevði kunnað tikið 9. floks prógv við Áir, og síðan tikið FHS-prógv komandi skúlaár, stendur nú við eini váttan, sum ikki kann brúkast nakrastaðni.
Nýggja fyristøðukvinnan vísir við sínum gerðum, at henni vantar virðing fyri formliga góðkendum út-búgvingum.

Øssur og hini starvsfólkini hava røkt síni størv fyrimyndarliga.
Øssur hevur nú í umleið 25 ár fyrimyndarliga røkt sítt starv sum undirvísingarleiðari á einum endurbúgv-ingarstovni og ígjøgnum hesi árini hjálpt millum 250 og 300 brekaðum fólkum útaftur í vinnulívið. Aðrastaðni hevði hann fingið heiðursmerki fyri sítt arbeið fyri brekað.
Eg fekk virðing fyri Øssuri, tá hann, sum ikki sjálvur var brekaður, kortini vísti so stóran áhuga fyri lagnuni hjá brekaðum og dugdi at síggja evnini í næmingunum. Hitt sama kann sigast um Emmu Zachariasen, Mariu av Steinum og Brand Petersen, sum nú í nógv ár við lív og sál hava gingið høgt uppí teirra arbeið á skúlanum.
Nýggja fyristøðukvinnan, sum ikki er lærari, hevur frá fyrsta degi vanvirt teirra arbeiði sum lærarar og ta orku tey hava lagt í skúlan við Áir. Nevndin hevur stuðlað henni í hesum og hevur ongantíð lagt í ella megnað at tálma tað niðurbrótandi orðalagið og gerðirnar hjá fyristøðukvinnuni mótvegis starvsfólkunum við Áir.

Verða nøkur starvsfólk eftir á skúlanum, um Øssur verður uppsagdur?
Nevndarformaðurin Doris Hansen sigur í Dimmalætting 14.juli, at skúlin heldur fram óbroyttur komandi ár, og at eingin hevur sagt seg úr starvi.
Starvfólkini á skúlanum hava longu verið hjá landsstýrismanninum og sagt frá, at tey fara úr starvi, um Øssur verður uppsagdur. Tey vita, at talan er um eina ógrundaða uppsøgn. Sjálvandi fara tey ikki at siga upp, uttan at Øssur fyrst er farin úr starvi, og sjálvandi siga tey ikki upp, fyrr enn tey hava annað starv at fara í. Doris Hansen vísir at hon ikki tekur starvsfólkini fyri fult, og harvið vanvirðir hon tey enn einaferð.
Føroya Lærarafelag er fullgreitt um ta órættvísu viðferð Øssur hevur fingið, og hevur tí avgjørt at blokera leiðarastarvið við Áir, um so er, at nevndin lýsir starvið leyst. Eisini hetta velur Doris at ignorera.

Ein virðilig loysn?
Niðurstøðan er, at nevndin við at siga Øssuri upp, hevur framt justitsmorð. Hinvegin má tað ásannast, at samstarvið millum nýggju fyristøðukvinnuna øðrumegin og Øssur og starvsfólkini við Áir hinumegin, hevur gingið illa. Men tað er skeivt at geva Øssuri skyldina fyri hetta.
Tað eru helst fleiri mátar at greiða torføru støðuna uppá. Ein máti, ið hevði víst virðing fyri báðum pørtum, kundi verið, at Alv-skúlin varð fluttur frá sjálvsognarstovninum Alv og Almannamálaráðnum til Mentamálaráðið, soleiðis sum ætlanin hevur verið seinastu árini. Skúlin hevði á henda hátt komið í eitt skúlafakliga meira hóskandi umhvørvi og undir eftirlit, sum er meira áhugað í undirvísingarvirkseminum hjá Alv. So kunnu Alv og Almannamálaráðið halda áfram við varda verkstaðnum í Smiðjugerði, so frægasta úrslitið fæst har.