Grov villeiðing um skúlabygging frá andstøðuflokkunum

Í fjølmiðlunum seinastu dagarnar hava umboð fyri andstøðuna ført fram, at landsstýrið forðar fyri bygging av tekniskum skúla í Tórshavn, og at landsstýrismaðurin í mentamálum arbeiðir við "skúlapakkum", sum vit kendu tað í 80?unum. Ónevndir samgongulimir eru endurgivnir fyri at siga, at íløgurnar í skúlar, sum landsstýrismðaurin hevur lagt fram, kosta omanfyri 700 milliónir krónur.

Hetta er alt tikið úr leysari luft og er grov villeiðing. Slíkir ósannir upplýsingar kunnu bert hava til endamáls at skapa politiska spjaðing, at seta skúlar upp móti hvørjum øðrum og at tæna seráhugamálum og lokalpolitiskum klandri.

Veruleikin er hesin:
Samgongan hevur seinastu 5 árini arbeitt eftir eini langtíðarløguætlan. Tað er alneyðugt, um virksemið ikki skal ovurhitast í summum pørtum av landinum og um føroyski búskapurin ikki aftur skal rennast um koll.

Eftir íløguætlanini hava íløgur í samferðslukervið, nýtt landssjúkrahús og nú eisini íløgur innan eldrabústaðir og bústaðir til fólk við serligum tørvi, staðið fremst.

Avtalað er, at komandi árini skal skúlabygging raðfestast fremst á íløguætlan landsins, saman við almanna- og heilsuøkinum.

Tað er í tøkum tíma, tí íløgur í miðnámsskúlar og hægri útbúgving eru ikki gjørdar seinastu 20-25 árini í Føroyum, og viðurskiftini eru út av lagi vánalig hjá flestu miðnámsskúlum.

Í tí sambandi havi eg lagt eina ætlan fyri samgonguflokkarnar, sum skal tryggja, at allir teir miðnámsskúlar, ið hava so bráðneyðugan tørv á nýbygging ella útbygging verða viðgjørdir eins, og at gongd kann setast á ætlaðu íløgurnar.

Talan er um:
-Miðnámsskúlan í Suðuroy
-Fiskivinnuskúlan í Vestmanna
-Tekniska Skúla, Studentaskúla og Handilsskúlan í Tórshavn
-Ein minni útbygging á Tekniska Skúla í Klaksvík
-Og listaskúla í Sandoynni

Hetta eru 5 verkætlanir, sum eru væl kendar og hava havt upphæddir á fíggjarlógini til fyrireiking. Bert í einum føri er talan um ein nýggjan skúla, nevniliga listaskúlan í Sandoynni. Sostatt er ikki talan um nakran skúlapakka, men um at fremja tað, sum er avtalað á langtíðaríløgu landsins.

Eftir uppskoti mínum verður farið undir tvær íløgur í ár og hinar tríggjar næsta ár. Øll tey, sum hava bíðað so leingi, kunnu altso síggja veruligan glotta fyri stavn.

Íløgurnar eru ymsar í vavi og tær størru strekkja seg sjálvsagt yvir fleiri ár.

Tað snýr seg um eina upphædd á íløguætlan landsins til skúlar uppá í miðal 38 mió. kr. árliga komandi tíggju ára skeiðið. Tað er umleið ein fjórðingur av íløgukarmi landsins.

Tey komandi 10 árini er upphæddin til miðnámsskúlar tilsamans góðar 380 mió. kr. sambært uppskotinum.

Hetta svarar á leið til ein undirsjóartunnil um eitt 10 ára skeið, og er sostatt als ikki nøkur stór upphædd í landsins løguætlan í mun til tað, vit seinastu 5 árini hava brúkt til tunlar, vegir, havnir og skip.

Málið er, at vit á landsins fíggjarætlan megna at seta skúlabygging fremst saman við íløgum innan almanna- og heilsuverkið, nú íløgur í samferðslu hava tikið bróðurpartin av játtanini seinastu 5 árini.

Viðvíkjandi byggingini í Tórshavn, snýr uppskotið seg um eina loysn, sum setur bæði Tekniska Skúla, Studentaskúla og Handilsskúlan javnt, og ikki upp móti hvørjum øðrum. Og í løtuni verður fundast við skúlaleiðslur og stýrini fyri skúlarnar til tess at prosjektera og fremja byggingina soleiðis, at allir skúlarnir kunnu liva við tí.

Uppskotið hjá sambandsflokkinum
Uppskotið hjá sambandsflokkinum - sum eisini javnaðarflokkurin sigur seg taka undir við ? snýr seg bert um at gera eina serloysn fyri Tekniska skúla og Handilsskúla í Havn. Eftir uppskotinum skal landskassin veðhalda fyri lánum uppá 87 mió. kr., sum skúlarnir skulu taka, men landskassin skal sjálvur gjalda lánið aftur við rentum.

Bara renturnar av uppskotinum hjá sambandsflokkinum er nóg mikið til at fíggja tildømis fiskivinnuskúlan í Vestmanna. Sostatt skal skattgjaldarin rinda líka nógv í rentum til ein fíggingarsto, sum vit annars kundu byugt skúlar fyri.

Fáa summir skúlar sersømdir við, at landskassin skal fíggja teir uttanum íløgujáttan landsins við rentum, so elvir hetta til dýrari loysnir, vantandi búskaparstýring, ójavna viðferð og klandur og stríð millum skúlar og økir í landinum.

Tí verður staðiliga heitt á andstøðuflokkarnar og tær ónevndu røddirnar í samgonguni um at gevast við klandrinum og spjaðingini, og heldur taka undir við at raðfesta skúlabygging á fíggjarlógini, soleiðis sum skotið er upp, og soleiðis sum mentanarnevnd Løgtingsins varð kunnað um á fundi 24. apríl. Tað gagnar ikki bert teimum fáu útvaldu, men øllum skúlunum í landinum.