Grønlendingar innflyta nógv færri sigarettir enn fyrr

Tað er kortini ikki vist, at færri teir roykja nú enn fyrr.

Hagtølini eru sera greið. Í 1994 innfluttu grønlendingar meiri enn 126 milliónir sigarettir. Átta ár seinni, í 2012, var talið 68 milliónir. Hugaligt hjá heilsumyndugleikunum, men tað er ikki vist, at tann stóra broytingin veruliga merkir, at færri og færri fólk í Grønlandi roykja.

 

-Tað kunnu vera tvinnar orsøkir. Annaðhvørt roykja fólk minni, ella keypa tey meiri tubbak, har tey kunnu fáa tað tollfrítt, sigur Susanne Stilling hjá fólkaheilsuátakinum Inuuneritta við grønlendska kringvarpið.

 

Í 2004 kom lóg, sum bannar fólki at roykja í almennum bygningum í Grønlandi, og tað kann eisini vera ein orsøk til, at so nógv færri sigarettir koma til landið, leggur hon afturat.

 

-Nú tað er vorðið ólógligt at roykja á arbeiðsplássum og í øllum almennum bygningum, eru tað mong, sum noyðast at fara útum at roykja, og tá tað er rættiliga kalt í Grønlandi, kann hetta fáa fólk at leggja av, sigur Susanne Stilling við kringvarpið í Nuuk.

Landsstýrið hevur sett fólkaheilsuátakið Inuuneritta í verk, og málið er at fáa færri at festa sær í. Átakið vendir sær serliga til barnakonur og ungfólk, men eisini fólk sum heild.