Grindin verður býtt til norðaru helvt í Suðuroy

Seðlarnir koma út nú klokkan átt

Tað vórðu 61 hvalir merktir í grindini, sum legði beinini í Hvalba í gjár. Jaspur Vang, sýslumaður, sigur, at grindin verður býtt til tær tríggjar kommunurnar í Suðuroyar Norðaru helvt, nevniliga til Fámjins kommunu, Tvøroyrar kommunu og Hvalbaar kommunu.

Seðlarnir koma út á keiini í Hvalba nú klokkan átta í morgun.

Grindin varð funnin seinnapartin í gjár, har hon lá uttarliga í Hvalbiarfirði og tað gekk skjótt at reka hana inn á sandin, har hon varð hildin til.