Tjóðartingsvalið í Grikkalandi er útsett til seinast í apríl, so stjórnin hjá Lucas Papademos, forsætisráðharra skal fáa betri stundir til at fremja neyðugar búskaparligar nýskipanir.
Evangelos Venizelos, fíggjarmálaráðharri (myndin), sigur við fjølmiðlarnar, at stjórnini tørvar eisini betri stundir til at samráðast við Evopasamveldið og bankarnar um tað stóru almennu skuldina.
Stjórnin hjá Papademos, sum varð skipað í november, fær stuðul frá trimum av flokkunum í tinginum.
Grikski búskapurin hevur havt afturgongd í fýra ár, og í dag eru meiri enn 800.000 fólk arbeiðsleys. Tað merkir, at arbeiðsloysið er 18 prosent.










