FarGen hevur júst fingið eina grein gjøgnum nálareygað hjá European Journal of Human Genetics, sum er eitt tíðarrit hjá Nature. Tað er greinin Using dried blood spot samples from a trio for linked-read whole-exome sequencing, sum nú kann lesast í viðurkenda tíðarritinum.
Nature fevnir um nógv ymisk vísindaøki, og vísindaligu tíðarritini, sum eru knýtt at teimum, eru viðurkend fyri høgan granskingarstandard. Gáttin fyri at fáa greinar við í hesi tíðarrit er tí vanliga høg.
Hetta er fyrsta vísindaliga greinin, sum brúkar FarGen-dátur, og høvundarnir eru allir føroyingar og knýttir beinleiðis at FarGen-verkætlanini.
Um greinina
Høvundarnir eru Ólavur Mortensen, Leivur Nattestad Lydersen, Katrin Didriksen Apol, Guðrið Andorsdóttir, Bjarni á Steig & Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.
Greinin snýr seg í stuttum um, at starvsfólk hjá FarGen hava roynt ein kanningarhátt í starvsstovu, sum fyri fyrstu ferð vísir, at ávís tøkni (linked-read-sequencing) kann brúkast til at DNA uppreinsað frá turrblóði (PKU-kortum). Hetta kann fáa stóran týdning fyri nýtslu av gomlum turrblóðsroyndum, serliga tá ið heilblóðsroyndir (vanligar blóðroyndir) ikki eru tøkar, eitt nú hjá deyðum persónum.
Betri Stuðul hevur latið fígging til tólið, sum ger linked-read-lesingina møguliga, og Granskingarráðið hevur stuðlað vísindaligu útgávuni.
Greinin kann lesast her.
Kelda: Granskingarráðið