Greenpeace gingið upp á boripall í Grønlandi

Tað eydnaðist í lýsingini í morgun tveimum gummibátum hjá Greenpeace-skipinum Esperanza at sníkja sær fram við sjóverjuskipinum Vædderen og tveimum løgreglubátum, sum liggja á vakt við boripallin, sum borar fyri Cairn Energy í Vesturgrønlandi.

Tá bátarnir komu til oljupallin, gingu fýra fólk upp á pallin. Tey høvdu smá tjøld við sær, sum tey nú eru í.

DR sigur, at boripallurin gavst at bora alt fyri eitt. Tað skal hann sambært reglunum, um onur óviðkomandi kemur inn um trygdarmarkið, sum er 500 metrar.