Bolton hevur avvíst eitt tilboð frá Chelsea uppá Nicolas Anelka, sum ljóðar uppá 12 miljónir pund. Avram Grant vil heldur enn gjarna ogna sær tann 28 ára gamla fraklendingin. ”Vit vildu hava hann tøkan mánadagin, men vóna at hava hann tøkan til leygardagin!” segði Avram Grant aftaná 2-1 sigurin hjá Chelsea í Liga-steypakappingini, ígjár. ”Vit mangla tríggjar áleyparar, so tað er av stórum týdningi, at vit fáa ein áleypara, her og nú!” leggur Grant aftrat. Didier Drogba og Salomon Kalou er báðir farnir av landinum fyri at kunna luttaka í afrikanska meistaraskapinum. Hinir báðir áleyparnir, Andrey Shevchenko og Claudio Pizzaro hava samanlagt bert skorað fimm mál í Premier League, í ár. Nicolas Anelka hevur skorað 11 mál fyri Bolton í hesum kappingarárinum. Hann undirskrivaði ein 5-ára sáttmála við Bolton í august, í fjør. Men nú røkist nógv fyri, at Anelka gerst partur av hópinum hjá Chelsea.