Vit hava sett granskingina í fokus á Tinghelluni í Vikuskiftissosialinum hesuferð. Tað er, sum ein høvundunum skrivar "semja í altjóðasamfelagnum um, at skal vælferðin mennast í einum landi, so er neyðugt at brúkt vera umleið 3% av BTÚ í grundgransking, endamálsgransking og til menningarætlanir."
Ein annar høvundur vísir á, at vit ikki hava nøktandi gransking í Føroyum samanborið við grannalond okkara. Í uppgerð frá OECD fyri 2002 sæst, at Svøríki brúkar 4%, Finland 3,5% og Danmark 2,5% av BTÚ til gransking . Um vit leysliga siga, at føroyska BTÚ er 10 mia., skuldu Føroyar brúkt 400 mio. til gransking fyri at brúka lutfallsliga líka nógv til gransking sum Svøríki. Upplýst verður samstundis, at vit nýta undir 1% av BTÙ til gransking. Í hesum sambandi verður tó mint á, at vit hóast hesi lágu tøl, veruliga hava gransking á høgum støði, við tað at vit eiga úrmælingar, sum eisini vekja altjóða ans við teirra gransking. Hetta er gott, og her er nakað at byggja víðari á.
Tað er eisini áhugavert, at tað hóast alt verður rikin ein almennur granskingarpolitikkur, og at tann peningur, sum er tøkur til gransking, menning og nýskapan, kemur frá tí almenna. Veikleikin er, at játtanin er alt ov lítil, og at privata vinnulívið als einki letur hesi trý økini. Tað má tí ásannast, at skulu Føroyar fáa gagn av granskingarlokomotivinum, so mugu vit upp á tey 3 prosentini av BTÚ til økini gransking, menning og nýskapan. Her mugu bæði tað almenna og tað privata broyta kós og viðurkenna týdningin av gransking, menning og nýskapan.
Ein av greinskrivarunum er sera atfinningarsamur mótvegis vinnuliga bygnaðinum í Føroyum, sum hann samanber við tann norðurkoreanska. Tað er tíverri nakað um hetta. Men hví ikki venda tí við og siga, at tá tað almenna nú eigur dastið av "tí privata" vinnulívinum, hví so ikki nýta hetta til at leiða ein part av vinningsbýtinum til gransking? Hví eru t.d. allar milliónirnar, sum landið hevur fingið sum vinningsbýti úr Føroya Banka bert farnar í landskassan? Hví hevur eingin hugsað um at leiða ein part av hesum peningi yvir í økið, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan?
Vit hava óteljandi dømi um lond, ið hava ment seg úr kreppum við at satsa sterkt uppá gransking. Latum okkum læra av hesum londum t.d. av Finlandi og fara til verka her og nú. Landsstýrissamgongan hevur í samgonguskjalinum boðað frá, at ein vil samskipa alla føroyska gransking. Granskingarráðið hevur kunngjørt sínar visiónir. Hetta er alt bæði skilagott og áhugavert. Men hetta krevur ein greiðan og miðvísan granskingarpolitikk við greiðum málum fyri økið gransking, menning og nýskipan, grundleggjandi bygnaðarbroytingar og nógv størri játtanir. Spurningurin er tí: nær síggja vit nøkur ítøkilig úrslit av hesum máli, sum er sett út í kortið við samgonguskjalinum. Í Tinghellunikronikkini í dag er eisini áhugavert at hoyra, hvat formaðurin í Granskingarráðnum sigur og heldur um støðuna á økinum.
Sosialurin