Kanningar vísa, at aftur í summar er gróðurin av plantuæti á landgrunninum eit sindur undir meðal.
Aftur í summar er gróðurin av plantuæti á landgrunninum eit sindur undir meðal. Gróðurin er á sama støði sum í 2006 og 2005, so hetta er triða árið á rað, at gróðurin er undir meðal.
Gróðurin er føðigrundarlagið undir djóralívinum í sjónum, og á landgrunninum síggja vit eitt týðiligt samband ímillum gróður og vøkstur og tilgongd av fiski, sigur Fiskirannsóknarstovan á heimasíðu síni.
Sagt verður, at árini við nógvum gróðri geva nógva føði til øll liðinu í føðiketunum. Fiskurin fær tá nógv at eta, hann veksur væl og sum oftast kemur nógv undan. Men er gróðurin lítil, verður minni av føði í øllum liðum í føðiketunum. Tá hevur fiskur minni at eta, hann veksur seinni og eisini kemur minni undan.
Fiskirannsóknarstovan sigur, at gróðurin kom rættiliga tíðliga í vár, men um mánaðarskiftið mai-juni minkaði hann nógv og hevur verið lítil síðani.