Grót, sól og regn: Væleydnað tónleikavikuskifti

Tónleikasamtakið Grót skipaði um vikuskiftið fyri konsertum í Gøtu og í Havn. Teitur og Lena og Niclas fóru á pall, meðan ein sitandi lurtarafjøld hugnaði sær óført, eins og fólkini á palli. Tónleikurin verður nú innspældur og fløgur eru væntandi seinni í ár

Lagt var rættiliga upp til livndi tónleik og hugna, tá Grót um vikuskiftið skipaði fyri tveimum konsertum við Niclas og Lenu og Teiti Lassen.
Fyrra konsertin var í Losjuni í Gøtu fríggjakvøldið, hin seinna í Læraraskúlahøllini sunnukvøldið.
Talan var um konsert, tó at borð vórðu sett upp.
? Tað var sera hugnaligt. Eitt slag av sitikonsert, ið hóskaði og riggaði betri enn café, sigur ein væl nøgdur Niclas.
Eisini fyrireikararnir eru væl nøgdir.
- Í losjuni var fullsett og í Læraraskúlahøllini vóru eini 100 fólk og tað var so passaligt, tá borð vórðu sett upp, sigur Jón Tyril frá Grót.
- Vit royna at gera umstøður fyri livandi tónleikin og her høvdu vit tvey av bestu nøvnunum, ið eisini hava roynt seg í útheiminum, so stuttligt er at geva teimum høvi at spæla, tá tey vitja heima, sigur ein væl nøgdur Jón Tyril
Sólin og regnið
Eisini tónleikararnir eru væl nøgdir.
Niclas metir, at hetta var eitt hugnaligt tiltak.
- Teitur spældi av síni komandi fløgu við føroyskum løgum, sum hann annars eisini arbeiðir við í upptøkuhølunum hesa vikuna. Eg og Lena spældu ymiskt og fara eisini undir nýggja fløgu einaferð í mars, sigur Niclas.
Bæði Teitur og eisini Niclas og Lena høvdu nógv nýtt á skránni. Nýtt var eisini at síggja og hoyra Lenu leika guitar og hon leikti nógv, ið hon sjálv hevur skrivað. Og tónleikurin hetta kvøld var væl fagnaður.
Teitur Lassen er júst afturkomin úr Hollywood. Hann metir, at slíkur konsertformur er óført forum, og hann fegnast stórliga um eitt tónleikasamtak, sum Grót, sum fær slíkt í lag.
- Hasi fólkini er ófør, sigur Teitur, sum hesa vikuna tekur upp í Føroyum. Niclas er framleiðari. Talan er um fløgu við føroyskum løgum og fløguætlanin hevur heitið Sólin og Regnið.
- Tað er langt síðani, fólk hava hoyrt meg syngja á føroyskum, sigur Teitur, ið metir nýggju fløguna hoyra heima í fløgukassnum við fólkapoppi.
Tað gekk væl hjá Teiti í Hollywood, har hann leikti til eina veitslu, har sjónleikarar komu saman.
Eisini gekk vikuskiftið væl og so gongur vónandi eisini væl í upptøkuhølunum hesa vikuna. Fløguna hjá Teiti sleppa vit at hoyra einaferð í apríl. Lena og Niclas byrja sínar upptøkur í mars.