27. oktober
Í dag er stormur, regn og vátaslettingur av suðri. Tann kavin, sum vit hava fingið herfyri, er so at siga horvin. Manu kom inn til Manitsoq at landa svartkalva í morgun, og Akamalik var her inni í Sisimiut við gott 400 tonsum.
28. oktober
Í dag er stormur og regn av suðri. Polar Qraasit kom inn at landa í morgun.
29. oktober
Í dag er stilli men oysregn. Hann lovar nógvan vind í kvøld og í morgin. Polar Qraasit loysti til nýggjan túr í morgun, og í kvøld kom so Sisimiut inn at landa svartkalva. Teir hava landað 300 tons í Aasiat herfyri, og nú hava teir 550 tons inni. Teir hava fiskað 850 tons av svartkalva í 50 dagar. Tað síðsta hálið vóru 15 tons í. Teir gleða seg at sleppa heim at hald frí til næsta tørnið.
30. oktober
Hann brann á við stormi í morgun um kl 0730. Sisimiut, sum liggur vid kai, sleit onkran enda. Tá ið tað var uppá tað ringasta stóð vindmálarin har umborð á 50 sekm. Lossing bleiv ongin. Tað oysregnaði, men teir byrjaðu at landa í kvøld. Tað eru fleiri bátar soknir inni í havnini, og sjálv kongabrúgvin er í sori eftir øllum súginum, sum hava verið í nátt og í morgun.
Manu kom inn eftir einum manni, sum hevur gingið her í Sisimiut í fýra dagar uttan at sleppa úr býnum fyri veður. Manu er ein snøggur bátur at líta á. Hann er fyrrverandi Koralen úr Noreg.
Annars er frætt, at fleiri av bátunum hava ligið bakk. Onkur longri norðuri hevði haft trolið úti, men bert eitt trol. Øll flúgving bleiv avlýst í gjár, og flogfarið úr Kastrup fór heldur ongan veg.
31. oktober
Í dag er sama veðrið, sum í gjár, himmal og hav í einum.
1. november
Manu loysti her í morgun til nýggjan túr, og Sisimiut loysti til nýggjan túr á svartkalva seinnapartin. Teir eiga gott 300 tons eftir har norðuri og knapt 200 har suðuri. Teir skulla fiska kvotuna upp, áðrenn siglt verður til Nuuk eftir toskatrolum, sum teir eiga har. Síðani fara teir møguliga á Føroyar.
3. november
Frætt er frá Atlantic Enterprice. Teir hava havt sjaskveður og liggja vid oynna Resolution Island. Fiskaríið hjá teimum er brúkbart. Seinasta hálið, sum vardi í 2,5 tímar, gav níggju tons.
4. november
Í dag kom Naatarnaq inn at landa og skifta manning. Teir hava gott og væl 300 tons inni.
5. november
Naatarnaq loysti líka aftan á midnátt til nýggjan túr. Qaqqatsiaq inn at landa í morgun. Teir hava gott 540 tons inni. Ein sera góður túrur hjá teimun. Lastin er verd 10,3 mill. Teir hava sett siglingartíð til í morgin áðrenn kl 0900. Lómur hevur haft gott fiskarí í langa tíð. Síðsta túrin høvdu teir 138 tons inni. Polar Natarnaq hevur verið í Nuuk og landað um 200 tons av sekkjarækjum.
8. november
PolarAssik er á veg inn til Aasiat at landa. Teir hava gott 60 tons inni av ísaðum rækjum. Hetta er sætti túrur hjá hesum holdinum. Teir hava haft gott 60 tons hvønn túrin, um 370 tons í alt, óført hjá teimun .