John Johannessen
Grønlendska landsstýrið metir fullveldissamráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina vera so mikið áhugaverdar og týdningarmiklar, at tað ynskir at fáa eygleiðarastøðu í samráðingunum.
Hetta merkir, at Grønland fær útflýggjað øll skjøl, ið koma á borðið í sambandi við samráðingarnar.
Landstingslimurin, Johan Lund Olsen, ið eisini er limur í grønlendsku sjálvstýrisnevndini, ið varð sett eftir seinasta landstingsval, tað hava týdning, at triðji ríkisluturin - nevniliga Grønland - fær møguleika fyri at fylgja væl við í tí, sum hendir í samráðingunum. Hann heldur, at hetta er ikki annað enn legitimi rættur grønlendinga.