SAS eigur 37,5 prosent av partapeninginum í Air Greenland, men Hans Enoksen, landsstýrisformaður, sigur við útvarpið í Nuuk, at heimastýrið vil fyrst hava at vita, hvat partabrøvini eru verd. Heimastýrið eigur longu part í Air Greenland, men vil fegið hava størri ávirkan á felagið.