Danski prædikumaðurin Hans Berntsen og konan Inge vitja í Føroyum 27. - 29. september
Í komandi viku verða Hans & Inge Berntsen í Føroyum, har tey fara at tosa - og biðja fyri sjúkum. Hesuferð verða tey í Suðuroynni og í Eysturoynni.
Fyrsta tiltakið verður mánakvøldið 27. september kl. 20.00 í Stóra Pakkhúsi í Vági. Týskvøldið 28. september kl. 20.00 verða Hans og Inge í Skúlahøllini í Trongisvági. Og mikukvøldið 29. september í nýggja bygninginum hjá Kelduni í Skálabotni kl. 20.00.
Hans & Inge Berntsen ferðast regluliga kring Danmark, og bæði har og uttanlanda síggja tey fólk verða grødd og stór undur henda. Seinasta árið hava tey eisini verið við at hjálpt og stuðlað í Ukraina, har tey hava biðið fyri sjúklingum og stuðlað við at fíggja nýggja útgerð til eitt sjúkrahús. Og á ferð í Filipsoyggjunum eru tey komin í samband við eina av minstu samkomunum í verðini, og ætla at gera túr aftur hagar fyrst í komandi ári.
Hans & Inge vóru í Føroyum í juli mánaði seinasta ár, har tey vitjaðu í Havn og á Glyvrum, og nógv fólk løgdu leiðina framvið fyri at lurta og ikki minst at síggja. Stílurin hjá Hans & Inge er sum altíð, ógvuliga lættur og óformellur.
Hevur tú hug at uppliva Hans Berntsen hesar dagar-nar, so ert tú vælkomin til eitt ella fleiri av tiltøkunum. Hans Berntsen leggur stóran dent á at kunna biðja persónliga fyri fólki, so eisini hesuferð verður møguleiki fyri persónligari forbøn fyri teimum, sum ynskja tað.
Fyri tiltøkunum stendur Café One Way á Tvøroyri, og um onkur ynskir at koma í samband við tey bæði, ber til at ringja á tlf. 22 26 94.
Skrá fyri tiltøkini:
Mánadagin 27. september kl. 20.00 í Stóra Pakkhúsi í Vági
Týsdagin 28. september kl. 20.00 í Skúlahøllini í Trongisvági
Mikudagin 29. september kl. 20.00 í Kelduni í Skálabotni