Gott veður í dag og í morgin afturat

Nógvur vindur um vikuskifti

Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, sigur, at góða veðrið seinastu dagarnar heldur áfram, til og við fyrrapartin hósdagin.

 

Seinnapartin hósdagin fer at regna, meðan nógvur vindur verður um vikuskifti, tó at tað verður turt.

 

Hitin í dag og í morgin verður millum 14 og 18 stig, um vikuskiftið millum 12 og 16 stig.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir veðurtíðindunum.